Spyr heilsufrøðingin

Ætlanin við heimasíðuni hjá Gigni er umframt at upplýsa um tænastuna frá heilsufrøðinginum, eisini at veita svar til ymiskar spurningar, ið tú sum foreldur ella barn/tannáringur hevur.

Um tú/tit ikki fáa spurningin svaraðan  á heimasíðuni, ber til at senda ein teldupost til:

gigni@gigni.fo

Upplýs teldupostbústað, og vit royna at svara skjótast møguligt.

Við tíðini er ætlanin at gera eitt sokallað leksikon, har svar og spurningar vera samlaði. Vit tilskila okkum tí rætt til, at vísa spurning og svar á heimasíðuni. Sjálvandi uttan at nevna persónsviðurskifti, navn o.s.fr. Vit tilskila okkum tí rætt til at umskriva spurningin so, at tit ikki vera kend aftur.