Útskúlakanning

Í 9. flokki bjóðar heilsufrøðingurin næmingin inn til eina útskúlakanning. Heilsufrøðingurin kannar millum annað:

  • Sjónina

  • Litsansin

  • Hoyrnina

  • Hædd og vekt

Heilsufrøðingurin hevur eisini eina persónlig samrøða við næmingin um lívsstíl, trivnað og likamliga, sálarliga, sosiala og kynsliga heilsu. Harumframt verður tosa um framtíðarætlanir og annað viðkomandi.  Samrøðan tekur støði í einum spurnarblað, sum næmingurin fyllir út inni hjá heilsufrøðinginum.