Góðir svøvnvanar hjá tannáringum
Góður svønur er ein týdningarmikil fortreyt fyri, at trívast í gerandisdegnum og fáa ein góðan skúladag.
Tá vit sova, fer ymiskt fram í kroppinum, sum styrkir heilsuna og heldur okkum frá sjúku. Góður svøvnur styrkir immunverjuna, fyribyrgir strongd, ovurfita og hevur jaliga ávirkan á sinnalagið hjá okkum. Vit læra og hugsavna okkum eisini betri, tá vit fáa nógmikið av svøvni.
Fyri at sova væl er týdningarmikið við reglusemi og góðum svøvnvanum. Fastir vanar í samband við svøvn geva eina góða døgnrytmu.
Hesi tilmæli hjálpa tí unga við at fáa ein góðan svøvn – og gera tað lættari at sova um náttina, uttan at vakna.
Tørvurin á svøvni hjá børnum og ungum broytist við aldrinum
Í talvuni sæst eitt yvirlit í mun til aldur:
· 0-1 ár: 15-18 tímar
· 1-3 ár: 12-14 tímar
· 3-6 ár: 10-12 tímar
· 6-13 ár: 9-11 tíma
· 12-17 ár: 8-10 tímar
Best er at fara upp og til songar nøkulunda somu tíð allar dagar í viku. Songartíð og tíðin, tá tú fert upp, eiga ikki at víkja frá meira enn 1 tíma í vikuskiftinum, í mun til gerandisdagin.
Ov nógvur svøvnur um dagin kann hava við sær, at tú svevur minni um náttina.
Kamarið skal vera fjálgt, friðaligt og myrkt. Tú svevur betri í einum kamari, ið er svalligt og er blivið luftað út. Bølamyrkur kann vera ræðandi fyri summi. Gloppa tí hurðina ella fá til vega eina náttlampu.
Tað er betri at minka um virksemið um kvøldi. Um tú ert nógv í gong t.d. spælur vill spøl ella fert í holt við kveikjandi virksemi (t.d. telduspøl) um kvøldið, virkar tað stimbrandi, so tú hevur verri við at sovna.
Gott er at gera tað til vana, at vera minni virkin um kvøldi. Tit kunnu t.d. lesa eina bók ella práta um dagin ið fór. Tað kunnu tit gera í kamarinum, sum tú svevur í.
Ger skúlatingini í góðari tíð áðrenn songartíð, og tosa ikki um stúranir - fyri morgindegnum ella fyri øðrum - beint áðrenn songartíð.
Hav ikki sjónvarp í kamarinum ella ger eina fasta avtalu við foreldrini um, at sjónvarpið verður sløkt ein tíma áðrenn songartíð. Tað er lætt at fáa tann vana, at nýta sjónvarpið sum hjálp til at sovna. Tað er eisini ringt at hava tamarhald á brúkinum av sjónvarpinum, um tað er í sovikamarinum.
Lat allar aðar talgildar eindir liggja uttanfyri sovikamarið – t.d. teldur, teldlar, snildtelefonir og aðrar skermar.
Nýt tíð uttanfyri og ver virkin hvønn dag.
Far ikki svangur í song. Eitt lætt ábit áðrenn songartíð, kann vera gagnligt. Tungar máltíðir ein ella tveir tímar áðrenn songartíð, kann órógva svøvnin.
Drekk ikki koffein áðrenn songartíð.
Nýt ikki koffein 3-4 tímar áðrenn songartíð. Um tilber, er best als ikki at nýta koffein. Koffein er í nógvum sløgum av sodavatn, orkudrykkum, kaffi, íste og sjokulátu.