Piersing

Hvat er piersing?

Eins og tatovering, so er piersing ein sera gamal háttur at prýða kroppin við. Piersing verður gjørd, við at ein nál verður stungin gjøgnum húð, umframt tann vevnað, ið liggur undir húðini. Síðan verður ein ringur ella ein stavur stungin ígjøgnum.

Hvat kanst tú gera fyri at fyribyrgja bruna og/ella skaðar av piersing?

Hugsar tú um at fáa tær eina piersing, kanst tú sjálv/sjálvur gera títt til, fyri ikki at fáa bruna, arr, ovurviðkvæmi, skaddar nervar ella at vera smittað/smittaður av álvarsligum sjúkum.

Set krøv viðvíkjandi reinførinum hjá tínum piersara:
Reinføri í samband við piersing eigur, sum minsta mark, at vera sum hjá tannlækna ella lækna. Harumframt er tað av størsta týdningi at øll "instrumentir" eru steril.
Um reinføri ikki er í lagi, er vandi fyri, at tú fært bruna í sárið. Bruni í eina piersing gevur ofta ljót arr og í ringasta føri kann bruni elva til blóðsótt.
Um reinføri ikki er í lagi, er eisini møguleiki fyri smittu við HIV ella livurbruna.
Hetta er eisini orsøkin til, at allir blóðdonorar, sum lata seg piersa, fáa karantenu í minsta lagi í eitt ár, eftir at teir hava latið seg piersa.
Um tú ført bruna, pínu ella roða har tú ert piersa, so vend tær til læknan ella heilsufrøðingin á tínum skúla.
Fylg vegleiðingini til reinføri í samband við piersing. Hugsa teg væl um , hvar á kroppinum tú letur teg piersa
Mælt verður frá at piersa seg sjálvan
Tað verður staðiliga mælt frá at brúka tilboð um piersing, sum ofta eru á festivalum og øðrum ungdómstiltøkum

Hentar slóðir:

Piercing - sundhed.dk