Góð ráð!
• Ver saman við øðrum tá tú drekkur
• Koyr ikki bil ella annað akfar tá tú ert ávirkaður.
• Tá ein er ávirkaður, kann tað vera ringt at siga nei til sex.
Sig tíðiliga nei!
• Virð mørkini hjá øðrum. Eitt nei er eitt nei!
• Verð ikki kynsliga saman við einum persóni sum er ávirkaður
• Ansa eftir hvørjum øðrum og hjálp hvør øðrum
• Fylg við øðrum á veg heim
• Um ein vinur er fjarur ella doyvdur:
- Legg vinin í læsta síðulegu og loys trong klæðir
- Halt vinin vaknan, lat IKKI vinin sovna
- Matur og drekka kann fáa vinin at kvalast
- Ring 1-1-2
• Um ein vinur er uttan vit:
- Kanna andadráttin og ansa eftir, at andaleiðin er opin. Møguliga mást tú veita andahjálp.
- Legg vinin í læsta síðulegu og loys trong klæðir
- Halt vinin heitan við einum teppi ella tílíkum, men ansa eftir ovurhita
- Ring 1-1-2