Rúsdrekka - hvussu við tær?

Sum ungur skalt tú finna teg sjálvan í einum nýggjum kroppi, heilin mennist nógv og harumframt skalt tú finna vinirnar aftur í øllum broytingunum.

Hetta setur stór krøv til tín, og tí er tað ein fyrimunur, at tú í skiftinum millum at vera barn og vaksin, fært royndir við at vera saman við øðrum ungum, uttan at vera doyvd/ur av rúsdrekka ella rúsevnum. Tá ung eru saman í veitslulag, er alsamt meira vanligt, at rúsdrekkanýtsla er ein partur av samveruni.

Danska heilsustýrið, Sundhedsstyrelsen, er komið við nýggjum tilmæli um rúsdrekka til ung. Nú verður frárátt, at ung undir 18 ár drekka rúsdrekka. Hesa niðurstøðu er heilsumyndugleikin komin til, tí meira vitan nú er tøk um, at alkohol skaðar heilamenningina hjá ungum fólki – millum annað tá tað kemur til minnið, læring, at leggja ætlanir, taka avgerðir, impulskontrol og málførleikar, tí heilin hjá teimum framvegis er í menning. Ung, sum nýta rúsdrekka, hava eisini ofta eina rúsdrekkamentan, har tað ræður um at drekka seg fullan. Hetta er serliga skaðiligt fyri tey ungu.

Ung, ið drekka stórar nøgdir av rúsdrekka ísenn, eru í øktum vanda fyri at koma út fyri vanlukkum, harðskapi og óynsktum kynsligum sambandi.

Í Føroyum er 18 ára aldursmark fyri at kunna keypa rúsdrekka. Í rúsdrekkalógini er ásett, at tað er forboðið at selja ella flýggja út rúsdrekka til persónar, sum ikki hava fylt 18 ár, ella at flýggja út rúsdrekka, um tað er sannlíkt, at rúsdrekka er tilætlað øðrum, sum ikki lúka treytirnar fyri at fáa rúsdrekka.

Aldursmarkið er ásett fyri at fyribyrgja, at børn og ung fáa fatur á rúsdrekka. At aldursmarkið er sett til 18 ár, kemst av, at hetta er myndugleikaaldur.

Ung eru meira viðkvom yvirfyri rúsdrekka enn vaksin. Fleiri kanningar vísa, at byrja persónar at drekka á ungum árum, er størri vandi fyri at fáa eina stóra nýtslu av rúsdrekka sum vaksin.

Keldur: 

"Sundheds­styrelsen melder nye genstands­grænser ud" 2022

Rúsdrekka- og rúsevnispolitikkur Føroya 2015

Um tú velur at drekka

Hevur tú hug at drekka?

• Tað er , ið avgerð, um tú skalt drekka ella ikki - ikki vinirnir

• Nógv drekka ikki og vinirnir góðtaka tað

Um tú drekkur:

• Brúka alkohol við skynsemi

• Drekk spakuliga

• Drekk veikt, t.d. øl í staðin fyri spiritus

• Drekk sum minst. Tað er líka stuttligt og uttan keðilig árin

• Drekk ikki bara alkohol, drekk eisini annað, t.d. nógv vatn

Fleiri enn 5 alkoeindir sama kvøld

Um ein ungur drekkur fleiri enn 5 alkoeindir sama kvøld, er vandin fyri at koma til skaða 10 ferðir størri fyri kvinnur og 2 ferðir størri fyri menn, sammett við onnur, sum ikki drekka alkohol. Hetta, tí at alkohol doyvir heilan, minkar um evnið til bindindi, evnið til samskipan, evnið til at meta um vandar, umframt evnini til at stýra sínum kenslum, t.d. vreiði og ódligan atburð.

Hevur tú tørv á at tosa við onkran um egna nýtslu av rúsdrekka, ella tí rúsdrekkanýtslan í tínum umhvørvi ørkymlar ella órógvar teg, er tú vælkomin at venda tær til heilsufrøðingin, læknan, læraran ella onkran annan vaksnan, sum kann hjálpa tær.

(Kelda: Alkohol og helbred, SST)