Snús, tyggitubbak og nikotinposar

Snús, tyggitubbak og nikotinposar

Snúsar tú?

Nýtslan av snúsi, tyggitubbaki og nikotinposum er blivin alsamt meira vanligt millum ung, serliga millum dreingir. Í Danmark vísa kanningar, at meira enn fimti hvør ungur í aldrinum 15 til 29 ár snúsar ella nýtir nikotinposar dagliga ella regluliga.

Í 15-17 ára aldrinum er tað 9 prosent av gentunum og 13 prosent av dreingjunum, ið brúka snús ella nikotinposar dagliga ella regluliga.

Eldri dreingirnir eru, jú meira vanlig er nýtslan. 22 prosent av dreingjum millum 18 og 24 ár snúsa ella brúka nikotinposar – 16 prosent dagliga og 6 prosent regluliga.

Hóast eingin sambærilig tøl eru í Føroyum, hevur Fólkaheilsuráðið illgruna um, at støðan í Føroyum líkist henni í Danmark.

Keldur:  Brug af snus og tyggetobak i Danmark (cancer.dk)

Skaðiligt hjá børnum og ungum at snúsa | Kringvarp Føroya (kvf.fo)

Hvussu virkar snús?

Bæði snús og tyggitubbak hava tubbak í sær. Í nikotinposum er einki tubbak. Tó hava øll hesi trý í felag, at tey hava nikotin í sær, sum ein kann gerast bundin av.

Snús og tyggitubbak líkjast nógv. Meðan tyggitubbakið er meira grovt skorið og viðgjørt, so tað kann tyggjast, er snúsið mjølva og liggur í posum, sum ikki skulu tyggjast.

Nikotinposar eru smáir avlangir posar við nikotin og smakkevnum. Posarnir kunnu t.d. smakka av piparmyntu, lakress, citrus o.a.

Snús og nikotinposar verða koyrd í munnin og sett millum kjálkan og tenninar. Har gevur tubbakið nikotin frá sær, sum fer inn gjøgnum slímhinnuna í munninum og við blóðinum til heilan. Nikotinið ávirkar heilan til at gera dopamin, ið er eitt evnið, ið fær okkum at kenna lukku og vælveru. Tað er umleið líka nógv nikotin í einum nikotinposa (11-20 mg) sum í einari sigarett (0-20 mg).

Keldur:

myter om snus - Snusfornuft.dk - Kræftens Bekæmpelse (cancer.dk)

medicin.dk - nikotinposer

Árin á kroppin

Nikotin er eitt náttúrligt evni í tubbaksplantuni. Tað hevur neiligt árin á heilamenningina í ungu árunum, tí heilin ikki er liðugt mentur, fyrr enn tú ert í 20’unum. Harafturat er tað sera lætt at gerast bundin av nikotini. Um tú ert vorðin bundin, hevur heilin tørv á nikotini fyri at kenna seg væl. Um heilin ikki fær nikotin, verður tú lættari í ringum lag og østur.  Evnini at hugsavna seg, at læra nýtt og at minnast eru í vanda fyri at versna. Eisini er illgruni um, at ein lættari gerst bundin av øðrum evnum og er í størri vanda fyri at fáa angist og tunglyndi, um ein nýtir nikotin.

Nikotin er eitt sjúkuelvandi evni, ið millum annað hevur verið nýtt sum eitur í landbúnaðinum.

Snús er undir illgruna fyri at vera krabbameinselvandi og er oyðileggjandi fyri tenninar. Tenninar verða mislittar, spýttið brúnkar og tannkjøtið kann trekkja seg aftur, so tenninar verða sjónligari.

Keldur:

Snus hitter hos de unge, men kan give varige skader i mundhulen - Tandlægeforeningen (tandlaegeforeningen.dk)

Brug af snus og tyggetobak i Danmark (cancer.dk)

Myter om snus - Snusfornuft.dk - Kræftens Bekæmpelse (cancer.dk)

Ynskir tú at gevast við at snúsa?

Tað kann vera torført at taka avgerð um at steðga við at snúsa. Spyr teg sjálvan, hví tú ynskir at steðga. Tað kann t.d. vera, tí tað er kostnaðarmikið og ikki er heilsugott. Tú kanst skriva tankarnar niður inni á fartelefonini, so tú lættari minnist teir. Vel síðan ein dag, har tú ætlar tær at steðga. Tað má gjarna vera nakrar vikur frammi í tíðini, so tú hevur tíð at fyrireika teg.

Tað eru fleiri hættir at bróta vanarnar:

  • Um tú hevur hug at nýta snús, so royn at bíða í fimm minuttir og vita, um trongdin fer burtur.

  • Royn teg uttan snús ein heilan dag.

  • Skift til eitt annað snúsmerkið, sum tær ikki dámar so væl.

  • Fortel tínum vinum at tú fert at steðga, so teir stuðla tær.

  • Fá tær mintbomm ella tyggigummi í staðin fyri snús.

  • Snúsa bert tá tú ert einsamallur, um tú ert vanur við at snúsa saman við øðrum.

Ver áhaldin! Tá kroppurin ikki longur fær nikotin, kanst tú fáa abstinensir. Aftaná tvær til fýra vikur eru tær oftast steðgaðar. Ger okkurt annað, um tú fært abstinensir. Tú kanst spæla eitt spæl ella ringja til ein vin. Tú kanst eisini royna at minna teg sjálvan á, at tað bert varar nakrar minuttir.

Keldur: 

Myter om snus - Snusfornuft.dk - Kræftens Bekæmpelse (cancer.dk)

Til foreldrini

Tosa við barn títt um snús. Nógv foreldur vita kanska ikki, at barnið snúsar.  Av tí at tað er roykfrítt, er tað lættari at goyma, og tann ungi veit kanska ikki, hvørjar fylgjurnar av snúsnýtslu kunnu vera.

Keldur:

Myter om snus - Snusfornuft.dk - Kræftens Bekæmpelse (cancer.dk)