Sosialir miðlar
Flest øll menniskju hava tørv á at deila teirra hugsanir við onnur. Eisini ynskja tey flestu at verða viðurkend av øðrum.
Teir sosialu miðlarnir eru vorðnir tól, til at geva seg til kennar um líkt og ólíkt. T.d. nýta fólk miðlarnar til at kjakast um ymisk evnir, ella til at leggja vakrar myndir av sær sjálvum og ymiskum, sum hendir í gerandisdegnum.
Fyri summi ung fólk er tað sera týdningarmikið at fáa "likes", tá tey leggja eina mynd út. Tey verða vónbrotin, um tey ikki fáa nokk "likes" og kenna seg miseydnaðan. Umráðandi er at vita, at tað er týdningarmiklari at hava nakrar fáar góðar vinir, enn at fáa eina rúgvu av "likes" frá fólki mann ikki kennir.
Hentar slóðir:
Teknifilmur: Ung og sex- nøgenbilleder