Trivnaður

Út frá skrásetingum, sum skúlaheilsufrøðingar í Føroyum hava gjørt, síggja vit, at nógv tann størsti parturin av børnunum í fólkaskúlunum trívist og hevur tað gott. Tó eru tað 30% av føroysku fólkaskúlanæmingunum, sum liva við ymiskum sárbari, ímeðan umleið fjórði hvør næmingur livir við trupulleikum ella avbjóðingum, ið kunna ávirka teirra sálarligu heilsu.
Um vit hyggja at sárbæri hjá næmingum, so er tann størsti parturin í hesum sambandi tengdur at foreldraskilnaði, nevniliga heili 20% av teimum næmingunum sum blivu kannaðir. Aðrar orsøkir vóru m.a. happing, einsemi og tunglyndi.

Um ein heilsufrøðingur er varugur við, at eitt barn stríðist við eitthvørt, setur hann seg í samband við foreldrini, so tey í felag kunnu koma framm til, hvussu barnið á bestan hátt kann verða hjálpt. Heilsufrøðingurin prátar eisini við flokslæraran hjá barninum, um hvussu barnið trívist í skúlatíð.

Alt eftir hvønn trupulleika ella avbjóðing talan er um, so kann næmingurin, í samráð við foreldur, verða ávístur til annan viðkomandi fakkunnleika, umframt at heilsufrøðingurin, so vítt møguligt, roynir at fylgja næminginum og familjuni, fyri at tryggja, at hond verður tikin um barnið.

Kelda: Sálarheilsa hjá fólkaskúlanæmingum í tølum - Gigni kanning