Einsemi

Summi hava nógvar vinir, og summi hava fáar. Bæði eru í lagi. Tað eru eisini børn, ung og vaksin, sum slett ikki hava nakrar vinir. Tað kunnu tað vera nógvar grundir til. Kanska eru tey smæðin, ella kanska halda tey seg ikki vera líka kul sum onnur. Tíverri eru summi, sum enda í einum skeivum skúlaflokki, har næmingarnir fara illa við hvørjum øðrum. Og so eru summi,
sum hava upplivað ting, sum eru so keðilig, at tey nú ikki tíma at vera millum fólk longur. Hevur tú uppliva okkurt tílíkt í
tínum lívi?
Um tú kennir teg einsamallan, so er tað eitt gott hugskot at tosa við onkran
vaksnan ella kanska eina ónavngivna ráðgeving. Og um tú veitst um ein/a, sum altíð gongur fyri seg sjálva/n, so kundi tú kanska farið og tosað við viðkomandi?

Kelda: Tá tú verður tannáringur - Gigni og Sundhedsstyrelsen 2022