Barnið er millum eitt og tvey ár

Barnið er millum eitt og tvey ár

Reingerðarevni og evnindi eru eitur fyri tykkara lítla barn. Nú ið barnið kann koma sær runt og fara í skáp og skuffur, er tíð at barnasikra.

Tykkara barn gerst betur ført fyri at flyta seg og kann fara víðan um. Men enn skilur tað ikki vandan at rætta seg eftir heita kaffikoppinum, mamman situr við, ella klóra seg upp í vindeygakarmin. Tí mugu tit hava "eyga á hvørjum fingri".

Menning

Tað ársgamla barnið kann reisa seg upp, standa og ganga við stuðli – og skjótt fer tað sjálvt at ganga.

Stúrið ikki, um barnið hevur longri tíð um at læra seg at ganga. Summi børn duga so væl at grulva, at tey ikki enn hava tørv á at læra at ganga. Onnur eru varnari ella bangin av miseydnaðum royndum, sum endaðu við føllum og sløgum. Tá ið barnið verður lagt á búkin, kann tað ganga sum bjørn á øllum fýra. Nøkur børn aka seg fram á stumpinum.

Er lýtt í veðrinum, kunnu tit lata barnið sleppa út at ganga eitt sindur. Skjótt fer tað so smátt at skilja hvønn veg, tað skal fara. Latið barnið fara eftir lutum fyri tykkum.

Barnið kann eisini sparka til ein bólt, og so við og við lærir tað at grulva í trappum, fyrst niður og ofta eftir hæli, seinni uppeftir og at enda ganga upp frameftir.

Barnið verður alt meira stillhent at eta við skeið, dugir at byggja við kubbum og gera smáar krutlitekningar. Tá ið aldurin er um 18 mánaðir, velja tey flestu børn ta hondina, teimum dámar betur at nýta í framtíðini, men hjá nøkrum børnum gerst hetta fyrst týðiligt um skúlaaldur.

Barnið klappar kaku, vinkar og gevur leiku, sum tað gjarna vil hava aftur. Barnið er forvitið, kannandi og upptikið av spæli og rørslu.Tað tveitir leikuni og spælir gjarna blunda-hygg-hygg. Barnið vísir kenslur fyri kenningum og ræðist fremmand.

Mál

Barnið kennir so við og við nøvn og lutir úr gerandisdegnum. Tað kann siga nøkur fá orð og gera okkurt eftir áheitan. Svara barninum, tá ið tað spyr: "Hvat er tað?" Tá ið orðini verða tikin uppaftur og uppaftur, lærir barnið málið.

Bøkur, náttúran og gerandisstøður eru góð at tosa um. Lýs við orðum, hvat tú ert í holt við. Brúka nøvnini á tingunum, og hvar tey eru, t.d. inni, úti, uppi og niðri.

Tá ið barnið er um 15 mánaðir, kann tað skilja um 100 orð, sjálvt um tað kann bara siga eini 10-20 orð.

Tá ið barnið er um 2 ár, kann tað vísa á sínar likamslutir og siga smáar setningar við 2-3 orðum.

Brúkar barnið tátu, kann tað gera sítt til at tarna málmenningini og ávirka tannstøðuna. Lat barnið bara fáa tátu, tá ið tað skal sova, og um tað skal uggast. Lat tað ikki hava tátu í munninum, meðan tað spælir, tá ið tit eru túr við barnavogni ella slagvogni, ella tá ið tit t.d. lesa bøkur.

Sjálvbjargni

Barnið mennir alla tíðina sína persónmensku og gerst alt meira tilvitað um seg sjálvt sum ein sjálvstøðugan persón. Tað verður alt týðiligari, tá ið barnið er millum 1½ og 2 ár. Barnið kann nú sjálvt koma víða um. Tað er í ferð við at uppdaga umhvørvið og er ógvuliga forvitið og spurið.

Verðin skal kannast, og vitast, hvussu langt tað sleppur. Barnið mennir soleiðis sínar sosialu førleikar og evnini at laga seg eftir umstøðunum.

Barnið fer nú at kunna minnast tær dagligu vanarnar dag um dag og kann krevja at fáa sín vilja í øllum dagligum viðurskiftum. Tað kann t.d. vilja fara í onnur klæði enn tey, tit hava ætlað, og tað vil hava annað at eta enn tað, sum er sett fyri tað. Eru ynskini rímilig og kunnu eftirlíkast uttan alt ov nógv roks, er tað klókt at geva barninum høvi at velja og taka avgerðir.

Aðrar ferðir kann tað vera best at halda fast við sítt og í staðin fáa barnið at hugsa um okkurt annað. Tosið við starvsfólkini í dagstovninum o.o., nú atburðurin hjá barninum er trupul at hava við at gera.

Samband við vaksin og nærvera hava avgerandi týdning fyri menningina hjá barninum og kunnu ikki býtast um við sjálvt tey bestu leikuni.

Barnið veksur seinni

Í øðrum liviári veksur barnið umleið 10 cm og tyngist um 3 kg. Tað veksur sostatt als ikki so skjótt sum tað fyrsta árið.

Men tað eru stór frávik – nøkur børn vaksa skjótari, onnur seinni, men eingi tekin eru um tvørrandi trivnað. Spyrjið heilsufrøðingin ella læknan, ivast tit í, um barnið veksur, sum tað eigur.

Læknin bjóðar heilsukanning og koppseting, tá ið barnið er 12 mánaðir. Tá ið tað er 15 mánaðir, kann tað fáa MFR-vaksinatión fyrstu ferð.

Tannbusting
Tannbusting

Barnið hevur longu fingið nakrar barnatenn, og fleiri eru á veg. Á tekningini sæst, nær tær ymisku tenninar vanliga plaga at koma. Har kann tó vera stórur munur á børnunum.

Lættast er at busta tenninar á barninum, tá ið tað situr í fanginum. Brúka eina lítla,bleyta tannbust við eitt sindur av fluortannkremi, svarandi til lítlafingursnaglin á barninum. Ansa eftir at fáa nýggja tannbust, tá ið bustin ývnast.

Tað hevur stóran týdning, at barnið fær góðar vanar viðvíkjandi tannbustingini. Tað kann saktans hjálpa til at busta tenninar, eftir at vaksin hava bustað tær, men fyrsta ið barnið er 11-12 ár, kann tað sjálvt standa fyri bustingini. Halda foreldrini uppat við dagligu tannbustingini, kunnu tenninar skjótt koma í vanrøkt.

Tannlæknin

Øll børn í Føroyum hava tilboð um ókeypis tannrøkt frá føðing, øll barnaárini og til átjanára aldur. Tannlæknin fylgir barninum javnan og kann vegleiða tykkum, hvussu slepst undan holum í tonnunum. Tit hava møguleika at venda tykkum til ta kommunalu barnatannrøktina, áðrenn barnið verður biðið um at koma fyrstu ferð, skuldi tað havt fingið onkran skaða, ella hava tit kanska okkurt at spyrja um.

Les meira á heimasíðununi hjá tínari kommunu.

Fyrstu ferð hjá tannlækna
Fyrstu ferð hjá tannlækna

Tannlæknin hevur gott tak. Tit kunnu brúka somu støðu, tá ið tit busta tenninar á barninum. Ella barnið situr í fanginum.

Sum øll onnur fara tit at fáa tilboð at koma til tannlækna, áðrenn barnið hevur fylt 3 ár. Gerið einki hávasták burtur úr vitjanini - og lovið ongantíð samsýning fyri t.d. góðan atburð. Tykkara hugburður til vitjanina ávirkar barnið.

Latið ikki egnar kenslur ella møguliga tannlækna ræðslu ávirka barnið. Takið tannlæknavitjanina sum eina útferð, so fer barnið at uppliva túrin bæði róliga og natúrliga. Á fyrstu vitjanini fer tannlæknin aloftast bara at hyggja at tonnunum, geva barninum ein koyritúr í stólinum og vísa, hvussu vatn- og luftblásarin virka. Er tann fyrsta vitjanin hjá tannlæknanum væleydnað, so verða hinar so mikið lættari.

Tannskaðar

Dettur barnið og skaðar tenn ella tannhold, eiga tit at seta tykkum í samband við tannlæknan. Í ótíð kunnu tit ringja til tannlæknavaktina.

Tannlæknavaktin - Heilsutrygd

Matur
Matur

Hugsið um at geva barninum mat, sum tí dámar væl, og sum er eitt sindur fjølbroyttur. Ikki morla ella vevja alt saman. Tað er betri at lata barnið síggja ymiskar matvørur og læra tær at kenna.

Matur, sum hóskar til børn

Barnið millum 1 og 2 ár etur sum hini í húskinum og skal bara hava millum 3,5 og 5 dl av mjólk um samdøgrið, tí annars tekur mjólkin matarlystin frá øðrum mati. Tit mugu virða, at tað er okkurt slag av mati, sum barninum ikki dámar. Tað merkir ikki, at barnið er kræsið. Við tíðini fer smakkur og áhugi at broytast, halda tit fram við at lata tað fáa  mat av ymsum slagi.

Matarlystur

Í hesum aldri hevur barnið stóran orkutørv, men matarlysturin kann vera rættiliga óstøðugur eitt skifti ella frá máltíð til aðra.

Tað er heilt natúrligt, og er barnið í røringi, trívist, og hvørki er ov lubbut ella rak, er eingin orsøk at stúra.

Tykist barnið har afturímóti troytt og illa til passar, kann orsøkin til vánaligan matarlyst koma av sjúku. Tosið við læknan ella heilsufrøðingin, eru tit farin at stúra fyri barnsins heilsu og trivnaði.

Nøkur børn hava ómetaligan matarlyst til eina av høvuðsmáltíðunum, meðan tey eta lítið aðrar tíðir á degnum. Síggið altíð til, at máltíðirnar eru góðar og føðsluríkar, so hevur hitt ikki so stóran týdning. Roynið at sleppa undan millummáltíðum við fruktkvarki og øðrum søtmetiskendum mati – tað tekur matarlystin frá tí rætta matinum.

Tá ið barnið ikki vil eta ella etur ”ov lítið”

Nøkur børn vilja ikki eta tað, ið sett verður fyri tey. Ella vilja tey bara eta millum máltíðirnar ella á ein serligan hátt. Har kunnu vera mangar orsøkir til tað

Í aldrinum 1½ - 2 ár er barnið upptikið av at vísa vaksandi sjálvstøðu og vilja. Barnið vil gjarna sjálvt, men tað kann tó enn ikki sjálvt - og hetta kann ørkymla tað og verða byrjanin til stríð, eisini um matin. Tit kunnu vera vís í, at barnið man fara at eta, tá ið tað er svangt. Set fyri tað tann góða matin, sum hini í húskinum fáa, snúgvið eftirtektina burtur frá matinum, tosið í staðin fyri um dagsins hendingar og latið vera at bera upp á mál etingarhátt ella vanar hjá barninum.

Roynið at geva barninum ans á øðrum økjum hetta tíðarskeiðið. Barnið hevur tørv á tykkara stuðli at menna sítt sjálvbjargni. So líðandi verður aftur friður við borðið.

Nøkur ráð til góðar máltíðir
Nøkur ráð til góðar máltíðir

Brúkið máltíðirnar til hugnaligar samverur:

  • Hjálpið barninum at vaska sær um hendurnar, áðrenn tit fáa tykkum.

  • Latið barnið sjálvt eta við fingrunum og við skeið ella gafli.

  • Setið matin á borðið í smáum verðum á ein lokkandi hátt.

  • Latið barnið sita í sínum egna stóli, og gevið tí tíð og pláss at venja seg.

  • Sleppið tykkum undan klandri undir máltíðunum, og roynið ikki at rósa ov nógv, deila ella rætta upp á barnið.

  • Lurtið eftir barninum, tá ið tað sigur, at tað er mett – tað er bara barnið, sum veit tað.

Fiti í matinum

Barnið hevur støðugan tørv á føðsluríkum mati. Fáa tit sjálv reiðiliga soltnan mat, latið so eitt sindur av sós ella feitum dressingi í verðin hjá barninum.

Soltin matur og nógvar tægrar kunnu fylla magan, áðrenn barnið hevur fingið nóg nógva orku, og tað kann tálma vøkstri og trivnaði. Gevið barninum millummjólk, og roynið helst ikki at nýta teir mongu mjólkarúrdráttirnar sum lættimjólk og soltimjólk, til barnið er 2 ár.

Morgunmatur

Barnið hevur sovið í nógvar tímar síðani nátturðan, so tað er skilagott at geva sær stundir, at barnið kann njóta morgunmatin í frið og náðum. Ein góð byrjan hevur týdning fyri allan dagin.

Morgunmaturin má gjarna vera treystur – tað er ikki nóg mikið við t.d. jogurt við frukt í. Nógv børn vilja gjarna hava sama morgunmat hvønn dag. Veljið tí ein góðan og einfaldan morgunmat heilt frá byrjanini.

Uppskot til morgunmat:

  • Greytur, møguliga við frukt, millummjólk í koppi.

  • Breyðsuppa við mjólk, vatn í koppi.

  • A 38 við músli, vatn í koppi.

  • Breyð við tægrum, ostur ella kjøtviðskeri, millummjólk í koppi.

  • Havragrýn við millummjólk, frísk frukt.

Høvuðsmáltíðir

Skiftið millum ymisk sløg av mati: kjøti, fiski, grønmeti, suppu og samankókaðum rættum. Greytur fer ivaleyst eisini at falla barninum væl av og á. Minnist til at geva lítlum og klantrasligum børnum fleiri máltíðir. Havið breyð aftur við matinum, eru har ikki eisini epli, rís, pasta ella grýn. Tað er skilagott at skifta millum fullkornsbreyð og ljósari breyðsløg – men viðhvørt við ongum sjónligum kjarnum, so at tyggingin ikki gerst ov møðsom, og barnið fær ov fáar kaloriur/joule.

Tað hevur einki at siga, um maturin er heitur ella kaldur. Tað er betri at taka ta løttu loysnina enn at stressa seg út fyri at náa meira, enn tit kunnu komast útyvir. Fær barnið heitan mat í dagrøkt ella vøggustovu, kunnu tit eisini saktans vera nøgd við rugbreyð til nátturða av og á.

Gevið barninum heilsubestu føðina
Gevið barninum heilsubestu føðina

Maturin skal hava tað rætta innihaldið av fiti, salti og tægrum:

  • Tak (helst) okkurt fullkornsbreyð, men við kjarnum, sum ikki altíð eru sjónligar.

  • Tak helst kjøt og viðskera við í mest lagi 10 g av fiti fyri 100 g.

  • Fá tær frukt og grønt sum millummáltíð ella omaná, um tað ikki er partur av høvuðsmáltíðini.

  • Ver sparin við fiti í breyð, í sós og salatsós (dressingi) frá tí, at barnið er ársgamalt.

  • Far eftir matvørum við lyklaholsmerkinum og fullkornstekninum.

Millummáltíðir

Smá børn kunnu ikki eta so nógv í senn sum vaksin. Tey hava tí tørv á at fáa mat og drekka umleið annanhvønn tíma allan dagin.

Millummáltíðirnar eiga at vera rættiligar, smáar máltíðir, so at barnið kann fáa sín tørv á føðsluevnum nøktaðan. Tíðar, smáar máltíðir byrgja eisini fyri, at barnið gerst knarrut og óróligt.

Uppskot til millummáltíðir:

  • Grovbolli, frukt, millummjólk.

  • Rugbreyð við smøri ella osti, frukt, millummjólk.

  • Frukt, rákostur, agurkukubbar, brotbreyð, millummjólk.

  • A38 við frukt, vatn.

  • Avlop frá nátturðanum dagin fyri.

Gevið gjarna barninum eina mettandi millummáltíð á veg heim úr dagstovninum t.d. eina samanlagda rugbreyðsflís ella eina frikadellu frá døgurðanum dagin fyri. Tað gevur orku til samveruna seinnapartin, til nátturðin stendur á borðinum. Haldið tykkum helst frá keks, fruktsopum, frukt í klemmipakkum og øðrum sukurhavnum bitum, sí eisini her. Gevið heldur heilt góðan mat hesa løtuna – so hevur tað ikki so nógv upp á seg, at barnið hevur lítlan matarlyst til nátturðan ella er ov mótt at eta nakað serligt.

Drekka

Tit kunnu geva millummjólk, jogurt og líkar úrdráttir, men barnið skal bara fáa millum 3,5 og 5 dl av mjólk um samdøgrið. Drekkur barnið meira mjólk, verður tað so mett, at tað hevur ikki hevur hug til annan mat. Ansið eftir, um barnið fær mjólk at drekka í dagtilboðnum. Er tað ikki so, skal tað fáa alla mjólkina heima hjá tykkum.

Gevið barninum vatn at drekka til nakrar av máltíðunum. Vatn sløkkir tostan væl. Saft og djús innihalda nógv sukur og eiga tí bara at verða givin í avmarkaðari nøgd, møguliga tynt við vatni, t.d. undir sjúku, um barnið ikki vil drekka vatn ella mjólk. Børn hava ikki tørv á sodavatni, sum hevur ógvuliga høgt sukurinnihald, og tað eigur ikki at verða givið børnum undir 3 ár.

Barnið skal eftir støddini hava rættiliga nógv at drekka. Nøkur børn boða ikki sjálv frá, nær tey eru tyst, so at foreldur og onnur vaksin kring um barnið skulu minnast til at bjóða tí okkurt at drekka av og á.

D-vitaminir

D-vitaminir

Minnist til at halda fram við D-vitaminum. Les meira um D-vitaminir her.

Barn eldri enn 1 ár fær í rangastrúpan
Barn eldri enn 1 ár fær í rangastrúpan

Kann barnið ikki sjálvt hosta matin upp:

  • Halt barninum sum víst á tekningini.

  • Skift ímillum 5 duk á ryggin og 5 trýst á búkin.

  • Roynið at fáa fremmandalikamið burtur, um tit síggja tað.

Andar barnið ikki :

  • Ring til 112
Vanar

Góðir støðugir vanar geva tryggleika, tí vit vænta og síggja fyri okkum, at soleiðis verða komandi dagarnir eisini.

Tað hevur týdning at vera alskin og reglufastur. Reglufastur merkir ikki at halda fast við eina avgerð, sjálvt um tú, eftir at hava hugsað teg betur um, skilur, at hatta er skeivt. Reglufesti er heldur fastir vanar, vanaverk, at tú heldur tað, tú hevur lovað, at tú ert greið(ur) og álítandi. Tað er eisini tað, at tú setur aldurssvarandi krøv og styðjar barnið at vera tað, tað er. Hetta styrkir sjálvsvirðið hjá barninum og gevur tí stundir og ró at vita, hvat skal henda, og mamma og pápi vita, hvat tey gera. Barnið verður meira ávirkað av tykkara háttalagi enn tí, tit siga.

Tíð til barnið
Tíð til barnið

Takið barnið við í dagliga lívið heima. Tosið við barnið, tá ið tit eru saman. Greiðið frá, hvat tit síggja, tá ið tit eru úti í nattúruni. Latið barnið nerta, lukta og taka lutir heim við.

Við hvørt hevur barnið tørv á tykkara fullu nærveru, uttan at tit skulu gera alt møguligt annað samstundis. Tað er gott fyri menningina hjá barninum at vera virðismett, elskað og sætt, men tað tolir eisini væl at bíða eitt sindur, til tit koma, eru tit tá upptikin av onkrum.

Í hesi tíðini kemur barnið ofta í eina tvístøðu, har tað sjálvt vil, men kann ikki. Tað er neyðugt, at tit varisliga styðja barnið og finna javnvágina millum uppílegging, frælsi og avbjóðing. Barnið hevur hug at hertaka verðina og varðveitir sítt forvitni, tá ið tað fær foreldranna ans og kennir seg trygt.

Minnist til, at heilin á barninum er enn ógvuliga óbúgvin. Tað verður stýrt av sínum tørvum og vil gjarna hava teir nøktaðar alt fyri eitt. Eitt lítið barn er ongantíð besnissað ella lúrið – tað roynir at fá skil á, hvussu heimurin er vorðin og vitar, um tykkara atburður (reaktiónir) nú er tann sami hvørja ferð – til tess at fáa meira vitan um tykkum og verðina.

Virkin spøl og rørslur

Smá børn røra seg av sær sjálvum. Tey nýta kroppin at kanna umhvørvið við og til at fáa samband við onnur. Samstundis læra tey at kennna sín egna kropp.

Síggj til, at barnið hevur nóg nógv av avbjóðandi, skiftandi møguleikum fyri at røra seg dagliga, so at tað lærir nógvar ymiskar rørslur og fær eina góða rørslumenning (motorikk). Eitt barn, ið hevur góða rørslustýring, hevur størri møguleika at fáa eina jaliga uppliving av sínum kroppi og betri fortreytir fyri at spæla virkið við onnur børn

Hugsið um at fáa rørslur inn í gerandisdagin. Tá ið barnið gongur, kann túrurin í og úr vøggustovuni brúkast til at venja ymsar rørslur, t.d at ganga, hoppa, renna á gongubreytini, hoppa niður av steini ella trappu, ganga á rað á kantsteinum o.s.fr. Í stórhandli kann tað skúgva ein lítlan innkeypsvogn. Heima kann barnið vera uppií at dustsúgva, rudda, hjálpa til í køkinum t.d. við at vaska matvørur, seta á borðið og nógv annað.

Onkuntíð, tá ið tit hava nógv um at vera, kann barnið fáa meira hjálp, enn neyðugt er. Tykkara barn kann nógv meira, fær tað pláss og tíð til tess, og tað hjálpir barninum til sjálvt at læra nýggjar rørslur og fáa tamarhald á sínum kroppi. T.d. kann barnið ganga við síðuna av slagvogninum, renna á súkklubreytini, og barnið kann sjálvt lata seg úr.

Ansið eftir trygdini, tá ið barnið rørir seg!

Dømi um virksemi við rørslum:

  • Blás sápubløðrur og royn at fanga tær.

  • Fær út í náttúruna, har barnið hoppar, rennur, gongur og stendur á ymiskum undirløgum sum grasi, eyri, asfalti ella sandi.

  • Far á spæliplássið, har barnið kann klintra, reiggja og spæla í sandi.

  • Far til upplivingar í staðin fyri at brúka bilin, bussin ella slagvognin.

  • Dansa til tónleik ella spæl sangleikir.

  • ”Beistast”, har barnið verður svingað, rullað o.s.fr.

  • Fær í svimjihøllina.

  • Gakk til fimleik og rútmikk.

Dømi um virksemi við rørslum
  • Blás sápubløðrur og royn at fanga tær.

  • Fær út í náttúruna, har barnið hoppar, rennur, gongur og stendur á ymiskum undirløgum sum grasi, eyri, asfalti ella sandi.

  • Far á spæliplássið, har barnið kann klintra, reiggja og spæla í sandi.

  • Far til upplivingar í staðin fyri at brúka bilin, bussin ella slagvognin.

  • Dansa til tónleik ella spæl sangleikir.

  • ”Beistast”, har barnið verður svingað, rullað o.s.fr.

  • Fær í svimjihøllina.

  • Gakk til fimleik og rútmikk.

Spæla við onnur børn

Tað hevur eisini týdning, at barnið fær møguleika at vera saman við øðrum børnum. Saman við javnaldrum mennir barnið sína uppfatan av sær sjálvum í mun til onnur. Tað sær seg sjálvt sum part av einum bólki og lærir at umgangast onnur børn og venur sínar sosialu førleikar sum t.d. at bíða eftir tørni, býta út leiku og vera upp í spæli saman við øðrum. Henda samveran kann ikki býtast um við vaksin.

Avmarkið tíðina framman fyri skíggjan

Skíggjatíðin kann ávirka barnsins trivnað neiliga. Sjálvt um barnið viðhvørt kann hava tørv á at sita friðarligt og putlast við okkurt handaligt, so hevur tað stóran týdning fyri barnið at røra seg so nógv sum gjørligt allan dagin.

Aðrir møguleikar enn skíggin kunnu t.d. vera ymiskt róligt virksemi:

  • Seta á borðið, vaska grønmeti, hjálpa til at elta deiggj og rulla bollar o.s.fr.

  • Hvíla seg og lurta eftir tónleiki liggjandi á mottu á gólvinum. Barnið liggur í ymiskum støðum.

  • Løtt massasja, har tit skiftast um at massera hvør øðrum.

  • Upplestur fyri barninum, syngja sangir, spæla sangleikir.

  • Onnur friðarlig spøl t.d. við kubbum, mála, tekna ella leggja putlispæl.

At kunna velja

Gevið barninum bara høvi at velja millum heilt fáar møguleikar og bara soleiðis, at valið millum møguleikarnar er veruleikakent. Eftir tummilsregluni kann eitt tvey ára gamalt barn best fata tveir valmøguleikar og eitt trý ára gamalt barn tríggjar valmøguleikar.

Góð foreldur saman

Uppalingin gerst lættari og meira samljóðmandi, um tit sum foreldur kunnu einast og styðja hvørt annað. Tað eru nakrar støður, sum vanliga kunnu verða orsøk til kjak.

Berið fram tykkara áskoðanir hvør í sínum lagi, og roynið at gera eina felags avtalu um, hvussu tit skulu handafara ymiskar støður í dagligdegnum. Finnið sjálv upp á aðrar støður, sum tit eru ósamd um, og roynið at finna ein hátt at loysa málini uppá, sum tit bæði kunnnu vera nøgd við.

Roynið og tosið um hesar støðurnar og finnið loysnir:

  • Barnið vil gjarna sova saman við tykkum um náttina. Er tað í lagið?

  • Tit eru boðin til langt vikuskifti við ongum barni. Fara tit við?

  • Barnið etur ógvuliga fábroyttan kost, og vil t.d. bara hava pasta og einki annað.   Hvat gera tit við tað?

  • Barnið er ógvuliga ”mammusjúkt” og vil ikki verða ballað ella hildið av pápanum.  Hvussu loysa tit tað?

  • Barnið vil ikki hava tenninar bustaðar. Hvat gera tit við tað?

Hvussu vilt tú helst vera sum foreldur?

Nevn trý ting, ið eru umráðandi (t.d. regluføst (fastur), blíð(ur) og dugir væl at spæla).

Hvussu vilt tú helst hava, at makin skal vera sum foreldur?

Brúkið svarini hvør frá øðrum til at fáa skil á, hvat er tað týdningarmesta fyri hvønn tykkara. Tit kunnu eisini skriva niður, hvussu tit sum mamma og pápi gjarna vilja verða minst, tá ið barnið er vorðið tilkomið – tað gevur eisini evni til umhugsanar at tosa um í felag.

Barnasikring - inni

Minnislisti

Barnasikring er bara ein eyka týðandi trygdarfyriskipan, men kann ikki setast í staðin fyri tykkara nærveru. Tykkara lítla barn má ikki vera við ongum uppsýni, sjálvt um tit hava sett barnasikringina til. Kannið barnasikringina, tá ið barnið sjálvt kann koma allastaðni.

  • Hava allar hurðar fingið hurðarmót ella klemmusikringar, so at tær ikki smella afturá og klemma fingrarnar á barninum?

  • Er barnasikring - rimar ella áslag – í øllum vindeygum, so at barnið kann ikki detta út?

  • Er innbúgvið sett soleiðis, at tað kann ikki nýtast til klíva upp í og náa t.d. vindeygum ella øðrum?

  • Eru bókahillar so væl festar, at tær ikki koppa?

  • Hevur alt innbúgv rundað horn, ella eru hornaverjur settar á?

  • Hava skuffur við vandamiklum innihaldið fingið skuffulæsing?

  • Er lás á øllum skápum við vandamiklum innihaldi?

  • Eru øskubikør, sigarettpakkar, svávulpinnar, tendrarar og tílíkir vandamiklir lutir fingnir burtur?

  • Er sett upp fyri brenniovnin?

  • Eru stikkkontaktir barnasikraðar, ella hava tær fingið verju?

  • Eru leysir leidningar fingnir upp av gólvinum?

  • Eru leidningar til el-tól og lampur lagdir soleiðis, at barnið ikki fær fatur á teimum?

  • Eru forðingar fyri trappur bæði uppi og niðri?

  • Eru innanduratrappur við lokaðum stigum (so at barn ikki kann detta niður millum stigini og fáa høvdið í klemmu)?

  • Er nóg gott ljós á trappuni, og hevur hon barnahøgt rimaverk?

  • Er sett upp fyri komfýrin, so at barn ikki sleppur framat har?

  • Er komfýrurin festur so væl, at hann ikki koppar?

  • Er barnasikring á ovnshurðini?

  • Eru øll vaskievni, evnindi, oljulampur og ymsar oljur óatkomandi hjá barni?

  • Eru knívar og saksar óatkomandi hjá barni?

  • Eru heilivágur og vitaminpillarar óatkomandi hjá barni?

  • Eru hitatól og ovnar óatkomandi hjá barni?

  • Liggur skriðdygt teppi á baðirúmsgólvinum?

  • Er hitastillari á tí heita krananum, so at barnið ikki skáldar seg?

  • Hevur altanhurðin sikring ella krampa, ið er so mikið høgt uppi, at barn røkkur ikki upp hagar?

  • Eru skriðdygg undirløg undir leysum teppum?

Barnasikring - úti

Minnislisti

Latið ongantíð tykkara lítla barn spæla einsamalt uttandura, sjálvt um útiplássið er læst og barnasikrað.

Kannið altan, urtagarð og onnur uttanduraøki, sum barnið hevur atgongd til.

Útiøki

  • Er rimaverkið um altanin minst 1,20 m høgt?

  • Er girðingin gjørd av heilari plátu ella av loddrøttum rimum, har tað í mesta lagi eru 12 cm millum rimarnar?

  • Er sett upp fyri rúmið, har kjallaratrappa og kanska ljóskassi eru, so at einki barn dettur har?

  • Er (urta)garðurin stongdur, so at barnið ikki sleppur út í ferðsluna?

  • Er vissa fingin fyri, at har er einki, sum barnið kann detta niðurí nakrastaðni?

  • Eru taðingarevni, illgrasatýnarar og urtagarðsamboð sett soleiðis, at tey eru ikki atkomandi hjá børnum?

Reiggja

  • Er plássið undir reiggjuni nóg stórt at detta á?

  • Sæst ikki slit á boltum og skrúvum í reiggjuni?

  • Er ketan, ið reiggjan hongur í, klædd við plasti, so at barnið ikki kann fáa fingrarnar í klemmu?

  • Eru minst 40 cm millum reiggju og undirlag?

Ymsir hyljar

  • Er vandaliga hegnað um hylin, og lás sett á portrið, so at barnið sjálvt ikki kann koma til vatnið?