Tað sjúka barnið
Nøkur børn fáa oftari ígerðarsjúkur enn onnur. Serliga tíðliga á vetri í vøggustovu ella dagrøkt kann barnið fáa ígerðir ferð eftir ferð.
Barnið er føtt við andevnum móti nøkrum av sjúkunum, sum mamman hevur havt. Hesi andevnini hvørva eftir teir fyrstu 3-6 mánaðirnar, og síðani tekur barnið ógvuliga lættliga við smittandi sjúkum í eina tíð, til tað sjálvt hevur fingið ment mótstøðumegina.
Eitt sjúkt barn setur serlig krøv til røkt og eftiransni. Tað hevur tí týdning, at barnið verður passað av tilkomnum fólki, sum tað kennir væl og er trygt við. Tað er almenni heilsustandurin hjá barninum, sum ger av, um barnið skal kannast av lækna ella ikki. Vita, um barnið vil eta, drekka og spæla sum vanligt hóast sjúkuna. Í so gott sum øllum førum við sjúkum kann barnið verða viðgjørt heima, men onkuntíð er brúk fyri einari læknaligari meting. Sí her.
Hevur barnið nógvan fepur og svevur leingi, skal tað fara í løtt klæði úr bummull, so at tað sleppur av við varman. Tá ið barnið er vakið, kann tað vera nóg mikið við einari blæu, møguliga við bulaldi (bodystocking).
Latið tað møguliga sova undir einum laki í staðin fyri dýnu, og haldið eygað við hitanum av og á, tí at hann kann sum einki svinga undir svøvni. Dýna og náttklæði kunnu gerast ov heitt, og um hitin fellur um náttina, kann ein bodystocking vera ov lítið.
Børn liggja ikki í songini, eins og tey vaksnu gera, tá ið tey eru sjúk. Men teirra virknisstøði er lægri enn vanligt, og flestum børnum dámar at sita friðarliga og putlast við okkurt.
Matarlysturin er ofta lítil, men tað hevur ikki so nógv at siga, at barnið etur minni, um tað bara snýr seg um nakrar heilt fáar dagar. Harafturímóti hevur tað alstóran týdning, at barnið fær nógv at drekka. Minnist til at halda tí til at drekka og gevið tí okkurt, sum tí dámar væl. Haldið eygað við, hvussu nógv barnið drekkur, og um barnið pissar og hevur vátar blæur. Serliga sjúkur við fepri, spýggju og leysum lívi krevja, at barnið drekkur nógv fyri at viga upp ímóti vætumissinum. Serliga smá børn eru ógvuliga viðbrekin viðvíkjandi vætumissi.
Tá ið barnið brádliga gerst sjúkt, hevur annað av foreldrunum rætt til at fáa frí úr arbeiði, er tað við í tykkara sáttmála. Um tað eisini merkir løn í burturveruni og hvussu nógvar dagar, tit hava rætt til, veldst um setanartreytirnar.
Nógv tær flestu ígerðarsjúkurnar hjá børnum undir 3 ár koma av virusum. Virussmittur kunnu ikki viðgerast við penisillini, men hvørva av sær sjálvum.
Tað eru bara ígerðarsjúkur, sum eru elvdar av bakterium, ið kunnu viðgerast við penisillini ella øðrum bakteriutýnara. Læknin ger av eftir støðuni, barnið er í – og við hvørt landroyndum, ípotum úr hálsi ella blóðroyndum, um heilivágur skal verða givin.
Læknavitjanin kann gerast ein góð uppliving fyri barnið. Skal tað verða koppað, kunnu tit fáa tað at hugsa um okkurt annað ímeðan.
Børn kunnu hava brúk fyri at fáa pínustillandi heilivág, um tey t.d. hava oyrnastingir ella eru illa til passar av beinkrími (influensa) ella øðrum virussmittum. Hjá børnum undir 2 ár skal verða boðað frá til læknan, áðrenn hann verður givin, og eisini sjálvt um talan er um heilivág í handkeypi.
Mælir læknin til viðgerð við bakteriutýnara, fer barn undir 3 ár at hava brúk fyri heilivági sum flótandi miksturi. Mikstururin smakkar ikki áltíð væl, sjálvt um smakk- og sukurevni eru latin útí, so gevið tað við skeið ella sproyta tað inn í munnin og havið okkurt vælsmakkandi til reiðar at skola munnin við.
Blandið ikki heilivág upp í mat ella annað drekka. Tá kann vandi vera fyri, at barnið ikki etur upp og tí fær bara ein part av heiliváginum. Noyðið ikki tablettir – heilar ella knústar – niður í barnið, tí tá er vandi fyri at fáa tað í rangastrúpan. Tað verður staðiliga rátt frá at geva børnum undir 1½ ár tablettir, og upp til trý ára aldur skalt tú vera varin við at geva tablettir, tí tær kunnu støkka rangt hjá barninum. Bakteriutýnari fæst ikki sum stikkpillarar.
Pínu- og fepurminkandi heilivágur má ikki verða givin børnum undir 2 ár uttan ávísing frá lækna.
Tykkara kommunulækni bjóðar barninum ókeypis fyribyrgjandi heilsukanningar upp til fimm ára aldur. Læknin kannar, um barnið er frískt og mennist, sum tað eigur. Fær barnið sjúkueyðkenni, ið loypa ótta á tykkum, kunnu tit altíð seta tykkum í samband við læknan – og í úrtíð ringja til læknavaktina á tlf. 1870.
Harumframt bjóðar kommunulæknin tykkum fleiri koppsetingar, meðan barnið er í pinkubarna- og smábarnaaldri, sí her.
Fara tit til tær fyribyrgjandi heilsukanningarnar, fáa tit høvi at hitta læknan og byggja upp eitt álitissamband, tá ið barnið er frískt, og tað fer at fáa tær røttu koppsetingarnar rættstundis.
Í vanligari arbeiðstíð kunnu tit fáa samband við tykkara kommunulækna, eru tit í iva um sjúkuna ella sjúkueyðkennini, sum barnið hevur. Um kvøldið og í vikuskiftunum kunnu tit seta tykkum í samband við læknavaktina.
Læknavaktin hevur telefonnummar 1870.
Ringið heldur eina ferð ov nógv, enn eina ferð ov lítið.
Pinkubarnið kann vera sjúkt, men vísir ikki tey eyðkendu sjúkutekinini. Fepur er altíð tekin um sjúku, men pinkubarnið kann væl vera illa til passar og ússaligt, men ongan fepur hava. Tað stillar hitan illa, fær skjótt nógvan fepur, men kølnar eisini skjótt, eins og tað er ógvuliga skjótt fyri at missa vætu. Met um barnið, og fá samband við læknan beinanvegin, um barnið er dølskt, hálvgrátandi, vil ikki eta ella svevur meginpartin av tíðini. Stutt sagt: Um sambandið við barnið er øðrvísi, enn tað plagar at vera.
Hav eyguni við barninum og set teg eisini beinanvegin í samband við læknan, tá ið hesi sjúkueyðkenni síggjast:
Broyttur húðarlitur, bleikur ella bláligur
Útbrot ella bløðing undir húðini
Eingin ella fáar vátar blæur
Títtur og tungur andadráttur
Leyst lív, skarnið sum vatn, og opningur fleiri ferðir um samdøgrið
Spýggja, barnið spýr tað mesta uppaftur
Fepur – hitin oman fyri 38° C
Krampar, t.d. fepurkrampar
Eitt álvarsamt sjúkutekin er húðbløðing, sum sæst sum smáir reyðir blettir í húðini og hvørva ikki, verður trýst á teir.
Eitt annað álvarsamt tekin er uppturking (dehydrering): Barnið pissar ikki sum vant; landið er ógvuliga sterkt og myrkagult, ella eru blæurnar turrar, tá ið skift verður. Tað skulu vera minst 2 heilt vátar blæur um samdøgrið.
Eitt barn millum 1 og 2 ár hevur ofta gremjingar, sum kunnu vera torførar at greina, tá ið tað er sjúkt. Tá er neyðugt at seta seg í samband við læknan beinanvegin, hevur barnið eitt av hesum sjúkueyðkennum:
Nógvan fepur – oman fyri 39° C
Nakkastirvni – barnið kann ikki benda høkuna niður á bringuna
Tilvitanin broytt – barnið er dølskt, tungt at vekja ella ógreitt
Útbrot ella húðbløðing – húðbløðing sæst sum smáir reyðir blettir í húðini, sum ikki hvørva við at trýsta á, og tað er eitt álvarsamt sjúkueyðkenni
Uppturking (dehydrering) - barnið pissar ikki ella hevur ógvuliga sterkt, lítið og myrkagult land
Magapína, ógvislig herðindi við pínu, møguliga blóðut slím úr baktarminum
Krampar, t.d. fepurkrampar fyri fyrstu ferð
Andaneyð við títtum og tungum andadrátti
Spýggja, sum ger, at einki flótandi støðast í barninum
Nógvir flótandi opningar dagliga.
Hevur barnið verið hálvsjúkt nakrar heilt fáar dagar, eigur samband at fáast við læknan, tá ið hesi sjúkueyðkenni síggjast:
Fepur í meira enn tríggjar dagar
Húðarútbrot
Eingin matarlystur leingi og lætnan
Leyst lív og spýggja, ið varar minst 3 dagar
Pína í oyra, høvdi ella aðrastaðni
Fáar vátar blæur – barnið pissar lítið
Hosti – barnið hostar enn eina viku eftir, at tað hevur havt krím
Gátufør blá merki