Foreldraskilnaður
Hjúnaskilnaður er ein av avbjóðingunum, sum nógvar familjur møta í okkara tíð. Royndir vísa, at hjá nógvum børnum og ungum ber skilnaðurin sorg og nógvar tankar við sær. Tað er ein sárbar og sera ørkymlandi tíð hjá barninum. Barnið hevur ofta skuldarkenslu og kennir seg ofta at verða orsøk til avgerðina hjá foreldrunum. Men tað er týdningarmikið at minnast til, at hetta er ein avgerð millum mammuna og pápan.
Les eisini: Foreldraskilnaður - hvussu við børnunum