Svøvnur

Svøvnur

Leggið barnið á ryggin at sova - tað er við til at byrgja fyri vøggudeyða, sí her.

Verið tolin, tá ið tit leggja og balla barnið. Latið barnið liggja og durva, kanska pjátra fyri seg sjálvt eina løtu, men tit skulu neyvan vænta, at tað sovnar beinanvegin.

Klætt í at sova

Lat ikki barnið í ov nógv klæði at sova í um náttina. Lat tað sova undir lættari pinkubarnadýnu, ið passar til songina, og sum tað kann sparka av sær. Brúka ikki aðrar dýnur tað fyrst árið – tær eru alt ov heitar. Barnið skal sova við ongum kodda. Lat ikki leys teppi, leiku og annað, sum barnið kann fløkja seg uppí í svøvni, vera í songini. Barnið má ikki sova ov heitt, hitin í kamarinum skal í mesta lagi vera 20 stig. Hevur barnið fepur, eigur tað at fara úr onkrum plaggi, so at hitin sleppur burtur.

Sovið ikki saman við barninum í sovisofu, smalari brík ella í stórum armstóli. Sovið heldur ikki saman við barninum, eru tit ógvuliga móð ella ávirkað av rúsdrekka ella heilivági.

Tørvur á svøvni

At fáa nóg nógvan svøvn hevur týdning fyri, at børn skulu hava tað gott og mennast. At fáa ov lítlan ella ringan svøvn kann tarna vøkstrinum, órinsverjuni, hugsavningini og læringarevnunum hjá barninum.

Tað er ymiskt, hvussu nógvan svøvn, børn skulu hava, men barnið skal tykjast frískt og væl fyri um morgunin og allan dagin. So fær tað nóg nógvan svøvn.

Rætta løtan og tol

Tað hevur týdning at leggja barnið at sova í røttu løtuni, og tað er, tá ið barnið er møtt, men ikki útervað. Tað skal eisini vera mett, róligt og trygt til tess at sovna.

Smá børn gráta og hava við hvørt ilt við at sissast. Tað er heilt vanligt, og orsøkin er hvørki, at barnið er "spilt", ella at tit bera tykkum skeivt at, men at barnið hevur okkurt at siga tykkum og hevur brúk fyri, at tit eru rólig og nærverandi, so at tað sjálvt kann gerast róligt.

Balliritualið

Eitt balliritual skal fyrireika barnið at sova. Tað skal vera hugnaligt og ikki ov langligt – tað skal helst ikki vara longur enn 10-15 minuttir. Gerst tað ov langt, verða verri sannlíkindini fyri, at tit fara at taka tað uppaftur kvøld um kvøld.

Balliritualið kann fevna um tannbusting, kvøldsøgur og vøgguvísur. Gjarna somu vøgguvísu hvørt kvøld. Skrúva ljós, ljóð og virksemi niður í góðari tíð, áðrenn barnið skal sova, tí tað hjálpir eisini til at gera barnið lint og boðar frá songartíð.

Fæstu børn sovna alt fyri eitt, tey verða løgd. Verið tolin og bíðið róliga eftir, at barnið sovnar. Tað gevur tryggleika, at tit vísa barninum, at tit halda, at tað skal sova.

Eftir balliritualið kunnu tit sita og halda í hondina á barninum, til tað sovnar. Hvat tit gera, veldst um, hvat tit halda, er hugnaligt, og hvat barnið hevur brúk fyri. Tosið saman um, hvat er best í tykkara føri.

Aldur og tørvur á svøvni
Aldur og tørvur á svøvni

1-4 VIKUR

Nýføðingurin svevur í 2-4 tíma longum skiftum alt samdøgrið. Samanlagt svevur hann einar 15-18 tímar um samdøgrið.

Tá ið barnið verður føtt, hevur tað onga samdøgursrútmu, og svøvnurin hevur einki samband við dagsljós ella myrkur. Tit kunnu læra barnið, at munur er á degi og nátt við t.d. at hava so lítið ljós sum gjørligt um náttina. Havið gjarna eina reyða peru við songina, tí tað reydliga ljósið virkar minni ressandi á heilan. Skiftið bara á barninum, um tað hevur kukkað, ella um blæan kennist ógvuliga tung og vát. Tosa ikki við barnið, tá ið tað sýgur ella fær skift blæu um náttina. Grætur barnið, tá ið tað verður lagt í song, kann nerting, sangur ella húðarsamband kanska hjálpa. Nøkur børn skulu fáa at súgva ella rurast í blund. Børn, ið eru fødd ov tíðliga, kunnu hava tørv á meira svøvni.

1-3 MÁNAÐIR

Barnið kann, sum frá líður, sova umleið 3 tímar í senn og er meira vakið um dagin. Svevur tilsamans um 14-15 tímar um samdøgrið.

Tá ið barnið er um 6 vikur, fer tað at kenna mun á degi og nátt. Tit kunnu geva barninum eina góða samdøgursrútmu við at geva tí góðar vanar og einfaldar reglur viðvíkjandi bæði dag- og náttarsvøvni. Tað ger barnið trygt, tá ið tað veit, hvat skal henda. Barnið skal sova á rygginum. Høvdið skal til skiftis hvíla á vinstru og høgru lið.

4-5 MÁNAÐIR

Barnið hevur tørv á at sova 3-4 ferðir, sum dagurin líður. Um náttina kann tað ofta sova í einar 4-5 tímar í einum. Svevur samanlagt umleið 14-15 tímar um samdøgrið.

Tá ið barnið er um 4-5 mánaðir, verður samdøgursrútman støðugari, og serliga um tit hava lært tað regluligar sovivanar. Flestu børn kunnu sova samanhangandi, sum er um 5 tíma svøvnur í einum. Bróstabørn fáa vanliga eitt sindur styttri samanhangandi svøvn.

6-12 MÁNAÐIR

Í fyrstuni fær barnið sær tríggjar lúrir um dagin, seinni tveir. Tá ið barnið er knappliga ársgamalt, kann tað kanska sova 6 tímar í einum um náttina. Svevur samanlagt um 14-15 tímar um samdøgrið.

Tað er stórur munur á, hvussu ofta og leingi børn sova. Tað veldst m.a. um barnsins sinnalag og svøvngávur umframt teir sovivanar, sum eru í tykkara húsi.

1 - 2 ÁR

Um dagin fær barnið ein ella tveir lúrir. Tilsamans svevur tað 12-14 tímar um samdøgrið.

Fyrst í tíðarskeiðinum hevur barnið tørv á at sova bæði fyrrapartin og seinnapartin. Frá um 1½ ári minkar tørvurin á dagsvøvni soleiðis, at barnið hjálpist við at sova eina ferð um dagin, vanliga eftir .

Barnið er vorðið meira vakið um dagin og svevur í skiftum óróliga um náttina. Serliga tá ið tenninar fara at bredda á, kann tað geva órógv.

Roynið at troysta og sissa barnið, tá ið tað vaknar og grætur. Lat um gjørligt barnið verða liggjandi í songini, meðan tú troystar – ella verð í øllum førum verandi í kamarinum. Ger so lítlan háva sum gjørligt, so at barnið ikki heldur, at nú er dagur og tíð at fara upp.

Í tíðarskeiðum, har barnið vaknar um náttina, er tað ein fyrimunur, um tit kunnu skiftast um at taka ”náttarvaktir”, so tit bæði kunnu fáa náttarsvøvn í frið og náðum so av og á.

Balliritual og fastir svøvnvanar geva barninum tryggleika. Tosið við heilsufrøðingin, er tað trupult at fáa barnið at sovna um náttina.

Fá tær gjarna ein blund saman við barninum, tá ið tað liggur fyri.

Tá ið barnið ikki sovnar
Tá ið barnið ikki sovnar

Fáa tit ikki náttarsvøvn? Tað kunnu vera ymsar orsøkir til, at barnið svevur óróliga. Ofta javnar svøvnloysið seg skjótt, og svøvnurin kemur skjótt aftur, tá ið barnið kemur í eitt róligari skeið. Við hvørt kann svøvnloysið standa við leingi, og tað kann vera heilt stríggið. Her eru nøkur ráð um, hvat tit kunnu gera til tess at fáa barninum betri svøvnlag.

  • Vitið, um barnið er nóg mett, um blæan er turr og liggur ikki ov tætt, um klæðini eru nóg fjálg og leys, og um hóskandi hiti er í rúminum - eini 18-20 stig.

  • Síggið til, at barnið svevur passaliga leingi um dagin, hvørki ov nógv ella ov lítið, sí her.

  • Latið frið falla á barnið í góðari tíð, undan songartíð. Eitt balliritual kann hjálpa tí at fyrireika seg til at sova. Einki ódligt spæl ella vøs beint fyri songartíð.

  • Dagslýsið er við til at stilla samdøgursrútmuna. Síggið til, at barnið kemur út og fær ljós og luft um dagin, og kámið ljósið inni, tá ið songartíðin nærkast.

  • Ansið eftir, um barnið er komið í eitt skifti, har tað treingir til, at tit verða verandi í rúminum, meðan tað sovnar. t.d. eftir byrjan í vøggustovu ella dagrøkt, sjúku ella flyting.

Vil hava at súgva fleiri ferðir um náttina

Kanska vaknar barnið fleiri ferðir um náttina og vil leggjast at brósti ella hava fløsku.

Við hvørt hava nógv børn ilt við at hugsavna seg nóg nógv um at fáa bróst ella fløsku um dagin, tí at tey hava áhuga í øllum tí, sum hendir rundan um tey – og tí vilja tey hava bróst ella fløsku fleiri ferðir um náttina fyri at fáa mettuna.

Er hetta so, kann tað hjálpa at tað verður friðarligt har, tá ið skal fáa føði um dagin. Órógvandi ávirkan skal avmarkast, so at barnið kann hugsavna seg um at súgva.

Tað hjálpir sjáldan at geva heilt nógva mjólk ella mat, beint áðrenn barnið verður lagt um kvøldið fyri at fáa tað at sova betur um náttina. Tað kann tvørturímóti geva ólag í magan og avlaga svøvnin. Mjólk og matur skulu, ber tað til, javnast út á allar dagsins máltíðir.

Frá tí at barnið er um 6 mánaðir, kunnu tit royna at leggja máltíðina mitt á nátt burturúr. Tað hevur ikki longur likamligan tørv á at fáa føði um náttina. Fær tað framvegis bróst – og tit hætta tykkum undir tað – kann tað hjálpa, at pápin tekur sær av barninum um kvøldið og náttina. Tað fer at fáa barnið at hugsa minni um at fáa bróst um náttina. Tað kann eisini hjálpa, at mamman eitt skifti svevur í einum øðrum rúmi, til barnið hevur vant seg av við hesa máltíðina.

Barnið vaknar ofta

Tykkum man ivaleyst leingjast eftir, at barnið svevur 8-10 tímar út í eitt. Men í hesum aldri merkir "at sova alla tíðina" sum oftast bara 5-6 tímar við samanhangandi svøvni. Tað er vanligt, at smá børn sova stuttar ella langar løtur í senn, men fleiri ferðir um samdøgrið.

Men vaknar barnið oftari enn tað plagar um náttina, kunnu tað vera ymiskar orsøkir:

  • Er ólag komið á svøvnlagið? So kann tað geva meira ró, at tit halda samdøgursrútmuna eisini í frítíðini og vikuskiftum. Hjálpið barninum at finna góða lagið aftur, og takið uppaftur ballirútmuna og alt tað vanliga, tit plagdu at gera hvørt kvøld.

  • Hevur barnið ilt fyri tonnum? Tað at fáa tenn kann gerast ein trupul tíð við óróligum og ringum svøvni. Men tað er kortini bara ein tíð. Gevið barninum tryggleika og umsorgan, men haldið, so væl sum gjørligt, á við gamla svøvnlagnum.

  • Er barnið sjúkt? Hevur tað fepur ella pínu, fer tað at ávirka svøvnin. Spyrjið læknan ella heilsufrøðingin til ráðs, hava tit varhuga av, at tað er sjúkt. Gevið ongantíð barninum pínustillandi heilivág uttan ávísing frá læknanum, heldur ikki um hann fæst í handkeypi. Pínustillandi heilivágur kann hylja sjúkueyðkenni, sum tað ræður um at gáa væl um.

  • Verður barnið órógvað av tykkum? Liggja tit í somu song ella sama rúmi, kunnu tit av óvart vekja barnið, bara tit venda tykkum í songini. Tit kunnu eisini vakna av veikum ljóðum frá tí, sjálvt um tað heldur á at sova. Er tað ein vansi, kunnu tit umhugsa at flyta barnið í annað rúm.

  • Er barnið í einum hvarvi við mongum nýggjum árinum og avbjóðingum, t.d. byrjan í vøggustovu/dagrøkt? Um so er, mugu tit hava tol og bíða eftir, at tað róliga lagið kemur aftur. Gevið barninum ró og tryggleika. Roynið at avmarka tey nýggju árini, og haldið fast um tær siðvenjur, sum barnið kennir aftur.