Fløska

Fløska

Skal barnið hava nakað annað enn móðurmjólk, so skal tað vera eftirgjørd móðurmjólk.

Eitt gott hugskot er bara at lata heilt fá tilkomin hava við fløskugevingina at gera, meðan barnið er lítið. Tað gevur størstu trygd og tilknýti.

Tá ið fløskan er tað besta valið

Halda trupulleikarnir við bróstagevingin á, fær so yvir til eftirgjørda móðurmjólk við góðari samvitsku. Góð foreldur hava umsorgan fyri sær sjálvum og barninum og velja tað rætta fyri seg og barnið. Í hesum førinum gera tit tað við at geva barninum fløsku, tí hon gevur mest ró og trygd heima hjá tykkum beint nú. Har kunnu eisini vera aðrar grundir fyri at taka fløskuna fram um at geva bróst.

Men vilt tú gjarna geva bróst, kann tað vera eitt stórt vónbrot at fara at geva barninum fløsku.

Tosið um tað, at tit gjørdu, hvat tit kundu, og fegnist um alla móðurmjólkina, barnið náddi at fáa.

Leggið møguliga alla gongdina fram fyri heilsufrøðingin, so at tit ikki ganga og bera ta neiligu upplivingina inni við tykkum sjálvum.

Verður tú aftur við barn, er tað eitt gott hugskot at greiða jarðarmóðrini frá, hvussu tað hevur verið at geva bróst. Tað kann vera leiðin til at geva bróst longur næstu ferð.

Ein annar góður møguleiki

Eftirgjørd móðurmjólk er tað einasta, tit kunnu geva barninum í staðin fyri móðurmjólk. Framleiðslan av henni er grundað á neytamjólk, men viðgjørd eftir strongum reglum, so hon líkist móðurmjólkini mest møguligt. Barnið skal í fyrstuni fáa at súgva (máltíðir) 6-8 ferðir um dagin, tí magin er so lítil. Seinni kunnu tey flestu børn hjálpast við 5-6 máltíðir, alt eftir aldri og stødd. Halt barninum tætt í favninum, og gev tí húð- og eygnasamband, meðan tað fær. So verður tað ein líka so trygg løta, sum tá ið tú gevur bróst

Eftirgjørd móðurmjólk

Eftirgjørd móðurmjólk 1

”Frá føðingini” sum er pulvur. Tað slagið skulu tit taka, um barnið ikki fær so lætt ovurviðkvæmi og er undir fýra mánaðir. Tit kunnu halda fram við hesum slagnum, til barnið er ársgamalt og kann fáa lættimjólk. Gott hugskot er at skifta millum ymisk sløg av eftirgjørdari móðurmjólk, so at barnið venist við, at mjólkin kann smakka ymiskt, eins og mjólkin frá mammuni smakkar ymiskt alt eftir tí, hon hevur fingið.

Eftirgjørd móðurmjólk 2

Inniheldur eyka føðsluevni og kann verða givin frá tí, at barnið er seks mánaðir, men heilsugevandi tørvurin hjá barninum verður væl nøktaður av eftirgjørdari móðurmjólk 1. Eitt svangt barn kann byrja við greyti og morli.

Liðugblandað, eftirgjørd móðurmjólk

Hetta slagið er dýrari enn pulvur í dós, men lættari at hava við at gera, t.d. á útferðum. Hon inniheldur tað sama sum vanlig eftirgjørd móðurmjólk. Liðugblandað, eftirgjørd móðurmjólk má ikki tynnast.

Súrgað eftirgjørd móðurmjólk

Børn, ið fáa eftirgjørda móðurmjólk, kunnu stundum fáa trekan maga. Hjá summum børnum hjálpir tað at geva súrgaða eftirgjørda móðurmjólk, men tað er eingin trygd fyri, at tað verður lættari hjá teimum at fáa opning.

Eftirgjørd móðurmjólk, ið fyribyrgir mjólkarovurviðkvæmi

Hetta slagið skal bara nýtast, um barnið hevur lætt við at gerast ovurviðkvæmt. Vøran er nógv dýrari og smakkar heilt øðrvísi enn vanlig eftirgjørd móðurmjólk. Hevur barnið fingið staðfest ovurviðkvæmi fyri neytamjólk, skal tað halda fram við hesi vøruni, til tað ikki longur er viðkvæmt fyri neytamjólk. Tað er læknin, ið ger hetta av.

Hvussu nógva eftirgjørda móðurmjólk?

Á innpakkingini stendur, hvussu nógv barnið skal hava. Men ger tær greitt, at mongdin er vegleiðandi. Nøkur børn eru svangari enn onnur. Meginreglan er, at barnið hevur tørv á eini mjólkarnøgd, ið við øllum svarar til 1/6 av kropsvektini um dagin í fyrsta mánaðinum. T.e. 600 ml býttir út á allar dagsins máltíðir. Síðan minkar tørvurin, so at hann svarar til 1/9 av tess vekt.

Barnið skal fáa mjólk, tá ið tað er svangt. Fylg við tørvinum og noyð tað ikki at tøma fløskuna, sjálvt um nakað er eftir. Matarlysturin kann vera óstøðugur í einum samdøgri, so við hvørt drekkur tað alt, sum tit hava gjørt til og vil hava meira, í øðrum førum er mjólk eftir í fløskuni, tá ið barnið er mett.

Mjólk, ið loypur av, skal burtur. Hon má ikki goymast og hitast uppaftur.

Gerið altíð neyvt eftir leiðbeiningini, tá ið tit blanda mjólkina. Brúka tit ov lítið pulvur, fær barnið ov lítla føði. Nýta tit ov nógv pulvur, gerst blandingin ov sterk. Olja ella annað má ikki latast út í eftirgjørda mjólk.

Gevið gætur: Nøkur av børnunum, sum fáa eftirgjørda móðurmjólk, kunnu fáa trekan maga. Ansið eftir, at barnið hevur opning umleið hvønn dag. Er ikki so, tosið so við lækna ella heilsufrøðing um tað.

Minnist til D-vitaminir

Minnist til at geva barninum D-vitamindropar.

Les um D-vitaminir her!

Meira at drekka

Hevur barnið fepur ella er ógvuliga heitt, kunnu tit leska tað við eitt sindur av kókaðum, køldum vatni úr koppi. Tá ið tað er fýra mánaðir, er ikki neyðugt, at kóka vatnið fyrst. Tak vatn undan køldum krana. Lat tað renna eina løtu fyrst.

Samband og kensluligt tilknýti

Tað hevur stóran týdning at hava tætt samband við barnið, meðan tit geva fløsku, helst samband húð móti húð. Kropsligt samband er ein grundleggjandi tørvur eins og føði og svøvnur. Harafturat styrkir sambandið tey kensluligu bondini tykkara millum.

Pápin kann vera líka so nógv uppií at geva fløsku sum mamman, men latið ikki ov nógv onnur geva barninum.Tað hevur tørv á hesi hugnaløtuni við foreldrunum til tess at vita, hvar tað hoyrir til.

Fyribyrging av mjólkarovurviðkvæmi

Hevur barnið í at bregða at fáa ovurviðkvæmi – og hevur ikki sogið bróstamjólk alla tíðina fýra teir fyrstu mánaðirnar – verður eitt serligt slag av eftirgjørdari móðurmjólk, sum fyribyrgir mjólkarovurviðkvæmi, viðmælt. Spyr heilsufrøðingin um hetta.

Ger fløskuna klára
Ger fløskuna klára

Nýggjar fløskur og tátur skulu altíð kókast, áðrenn tær verða tiknar í brúk, tí bæði dust og leivdir frá framleiðslugongdini kunnu sita eftir har.

Soleiðis gera tit fløskunar klárar:

  • Vaskið hendurnar við vatni og sápu og vitið eftir, um tað er reint á køksborðinum.

  • Fá tær vatn úr kalda krananum – lat tað renna eitt sindur fyrst. Set vatn útá at kóka.

  • Les leiðbeiningina á innpakkingini, meðan vatnið kemur upp á kók, og fylg henni gjølla.

  • Lat vatnið kølna til tað, ið stendur á ílatinum.

  • Blanda pulvur og vatn. Nýt máliskeiðina, sum fylgir við. Eitt strokið mál er, at skeiðin skal vera javnstrokin. Rist fløskuna væl.

  • Vita, um mjólkin hevur kropshita, tá ið tit geva barninum hana Tað gera tit við at lata eitt sindur av mjólk koma á innanvert á handliðinum. Mjólkin skal kennast flógv og ikki heit.

Til barnið er tveir mánaðir gamalt, kunnu tit bara blanda mjólkina til eina máltíð í senn. Seinni kunnu tit gera til eitt heilt samdøgur í senn.

Til barnið er fýra mánaðir, skulu tit nýta kókað vatn at gera til við. Tit kunnu møguliga kóka vatn til allan dagin og goyma tað í einum reinum ílati við loki í køliskápinum. Tá ið tit so skulu brúka tað kókaða og kølda vatnið, kunnu tit hita tað upp til hitan, ið stendur á ílatinum. Mjólkin í fløskuni má í mesta lagi vera 37 stig, tá ið barnið fær hana. Annars kann tað skáldast.

Goyma liðugblandaðar fløskur

Tá ið barnið er eldri enn 2 mánaðir: Nú kunnu tit gera fløskur klárar til eitt heilt samdøgur í senn, um ikki barnið er føtt ov tíðliga ella ikki órinið (immunsjúkt). Ger fløskurnar klárar eftir leiðbeiningini á innpakkingini. Set proppar í fløskurnar, og set tær beinanvegin í køliskápið, til tær skulu brúkast. Hitin í køliskápinum skal í mesta lag vera 5 stig (royn við hitamátara). Mjólkin kann halda sær í eitt samdøgur í køliskápi, best aftast í skápinum.

Hita ikki mjólkina uppaftur, sjálvt um máltíðin varar leingi. Tit mugu heldur ikki goyma ta eftirgjørdu móðurmjólkina, sum er eftir í fløskuni eftir eina máltíð. Tað, sum er eftir av eftirgjørdu móðurmjólkini, skal altíð burtur.

Hita fløskur upp

Tit kunnu hita fløskur upp í mikroovni ella í heitum vatnbaði. Minst til at rista fløskuni fleiri ferðir, og serliga um tit brúka mikroovn, sum hitar ójavnt.

Hita mjólkina og vita, um hon hevur rætta hitan við at lata nakrar dropar koma á innanvert á skøvningin. Mjólkin skal kennast flógv, men ikki heit. Upphitaða eftirgjørda móðurmjólk skulu tit geva alt fyri eitt.

Geva fløsku
  • Gev fløsku, tá ið barnið er svangt.

  • Halt tað tætt í fanginum.

  • Vita, um mjólkin er 37 stig heit við at lata nakrar dropar koma á innanvert á skøvningin – hon skal kennast flógv, men ikki heit.

  • Vita samstundis, um holið í suttuni er nóg stórt. Mjólkin skal renna við ikki so fáum dropum um sekundið.

  • Halt fløskuni so skrátt, at suttan alla tíðina er fylt við mjólk, so at barnið ikki svølgir luft.

  • Skapa hugna og nærleika um máltíðina. Stilla sambandið eftir barninum. Tá ið tað sýgur, kann tað vera trupult hjá tí at hugsavna seg um annað, men tit kunnu geva húð- og eygnasamband.

  • Steðga eina løtu, tá ið barnið gerst óróligt ella sleppir fløskuni. Tað kann vera tekin um, at tað vil ropa.

  • Bjóða tí aftur fløskuna, men nú frá hinari síðuni.

  • Gevst, tá ið tað sleppir og vil ikki hava meira.

  • Nøkur børn hava tørv á at ropa mitt í máltíðini, tí tey hava svølgt luft.

Reingerð av fløskum og suttum

Verið ógvuliga vandalig, tá ið tit vaska fløskur og suttur eftir brúk, tí annars kunnu eftirlivandi bakteriur gera barnið sjúkt.

Vaska við hond

  1. Skola fløskur og suttur í køldum vatni.
  2. Vaska fløskurnar við fløskureinsara, uppvaskisápu og heitum vatni. Fá leivdir av mjólk burtur úr skrúvugangi og aðrastaðni.
  3. Gníggja fløsku-suttur við grovum salti fyri at fáa leivdir av mjólk burtur innan.
  4. Skola fløskur og suttur vandaliga.
  5. Kóka fløskur og suttur í 5 minuttir. Hell vatnið burtur.
  6. Goym fløskur og suttur turrar og huldar, til tær skulu brúkast.

Við uppvaskimaskinu

Vaskið fløskur og suttur við hond, sí omanfyri. Men í staðin fyri 5. punkt kunnu tit seta tær vaskaðu fløskurnar í uppvaskimaskinuna og vaska við minst 65 stigum. Suttur tola ikki at koma í uppvaskimaskinu.

Við mikroovni

Vaskið fløskur og suttur við hond, sí omanfyri. Men í staðin fyri 5. punkt kunnu tit leggja tær vaskaðu fløskurnar og sutturnar í eitt fat við sápuvatni, so at tær fara undir. Kókið í 5 minuttir í mikroovni. Síðani skulu tit skola og turka. So av og á kunnu tit leggja serligan dent á at náa hesum máli.

Suttur

Sutturnar hjá barninum eiga at vera líka so reinar sum knívar, gaflar og skeiðir, sum vit eta við.

Tað, ið mest ræður um, er, at tit hvønn dag vaska tær væl og virðiliga við vatni og uppvaskisápu. Skolið væl við reinum vatni, so at púrt einki er eftir av sápuni.

Skáldið síðani sutturnar við kókandi vatni og turkið tær við einum reinum viskustykki ella køksrullu.

Ein sutta skal beinast burtur, er gummiið moyrnað, ella svørt skón løgst á, ið ikki fæst burtur.

Koyr ongantíð suttuna hjá barninum í tín munn, tí tá kunnu bakteriur verða fluttar yvir, sum kunnu elva hol í tonnunum.

Keyp av fløskum
Keyp av fløskum

Suttufløskur

Suttufløskur fáast bæði av glasi og plasti. Gott hugskot er at taka glasfløskur, tí at tær smitta vanliga minni av sær av kemiskum evnum.

Kókið fløskur og suttur, áðrenn tit brúka tær fyri fyrstu ferð. Brúkið ikki gamlar plastsuttufløskur – t.d. frá eldri systkjum – tí tær kunnu innihalda skaðilig, kemisk evni.

Suttur til fløskur

Tað finnast nógvar ymiskar fløskusuttur. Holið í suttuni skal vera so mikið stórt, at har koma rættiliga nógvir mjólkardropar um sekundið, tá ið tit halda fløskuni skrátt.

Svølgir barnið nógva luft, kann tað vera eitt gott hugskot at fáa eina suttu við ventili. Spyr á apotekinum.

Annað, sum skal vera til taks

Tá ið tit fara at geva fløsku, er ymiskt, sum er neyðugt at hava í húsinum:

  • Fløskur og suttur

  • Grovt salt at gníggja mjólkarleivdir burtur við

  • Fløskureinsarar

  • Ílat at goyma reinar fløskur og suttur í.