Foreldur ið rúsa seg

Mett verður, at umleið 1200 børn og ung í Føroyum (0-18 ár) vaksa upp í einum heimi, har rúsur er ein trupulleiki.

”Talan er um ein rústrupulleika, tá rúsanin órógvar uppgávur og funktiónir, sum familjan hevur, og tá kensluligu bondini í familjuni verða tyngd og órógvað av rúsinum.” (Frid A. Hansen, sálarfrøðingur).

Tá foreldur rúsa seg, geva tey ikki børnunum nóg stóran ans. Alkoholið ella rúsevnið kemur millum børnini og foreldrini. Nøkur børn vísa, at tey hava tað trupult. Tey kunnu vera tung í huga, hava høvuðpínu, ilt í búkinum, hava trupult við at sovna og hava marruna. Eisini kunnu tey hava trupult við at hugsavna seg og koma lættari í ósemjur við onnur. Summi børn síggja út til at trívast, hóast tey hava tað trupult.

Tá foreldur rúsa seg, vísir tað seg at:

-Barnið fær færri góðar og hugnaligar upplivingar saman við foreldrunum.

-Barnið verður ótrygt, vegna ta broyting ið fer fram við foreldrunum, tá tey drekka.

-Barnið torir ikki at bjóða vinum við heim.

-Barnið tosar ikki um trupulleikan, hvørki í ella uttanfyri familjuna.

-Barnið kennir seg einsamalt

-Barnið veit av tí, tá foreldrini hava drukkið ov nógv – eisini lítil børn niður í 3-4 ára aldur.

-Barnið heldur, at tað eigur skyldina av, at mamman ella pápin drekkur.

-Barnið átekur sær skyldur hjá foreldrunum – ein alt ov stór ábyrgd.

-Barnið følir, at tað eigur ábyrgdina av at fáa foreldrini at gevast við at drekka.

-Størsta ynskið hjá barninum er, at foreldrini steðga við at drekka.

Ofta biður barnið ikki sjálvt um hjálp. Tað hevur tí tørv á, at onnur sum eru rundan um hjálpa tí. Øll vaksin, sum eru í umhvørvinum hjá barninum hava ábyrgd av at stuðla barninum og hjálpa, so at støðan broytist, bæði familja, vinir hjá familju, grannar, lærarar, heilsufrøðingurin, læknin og onnur ið hava samband við familjuna.

Um tú tú veitst av einum barnið, sum livir í einari familju við rústrupulleikum, eigur tú at tosa við barnið og bjóða tí hjálp. Um tú ert stúrin um, at eitt barn er fyri vansorgan, eigur tú at boða barnaverndini frá fyri at hjálpa barninum.

Ein barndómur við foreldrum, sum rúsa seg, kann hava avleiðingar fyri mong - eisini langt inn í vaksna lívið. Tí kann tað hjálpa at hava eitt stað at viðgera, hvussu rúsurin ávirkar ella hevur ávirkað barnið.

Títt rúm

Títt rúm er eitt ókeypis tilboð hjá Bláa krossi til børn og ung í aldrinum 0-35 ár og til familjur, sum hava tað trupult orsakað av, at rúsur fyllir ella hevur fylt ov nógv í familjuni.

Títt rúm bjóðar børnum og ungum bólkar, har tey saman við javngomlum kunnu práta um tankar, kenslur og upplivingar í sambandi við rústrupulleikan.

Eisini er møguleiki fyri familjusamrøðum til at styrkja um gerandisumhvørvið hjá barninum.

Afturat tí ber til hjá børnum, ungum, og øðrum avvarðandi, ið hava tørv á tí, at fáa einstaklingasamrøður.

Keldur:

www.tittrum.fo

www.sundhed.dk

”Når forældre drikker for meget” – Sundhedsstyrelsen 2019.