Tær fyrstu vikurnar
Tað nýbornað barnið verður ofta lagt á búkin hjá mammuni við einum fjálgum klæði yvir sær, og tit kunnu líta hvørt at øðrum fyri fyrstu ferð.
Tann fyrsta løtan er ómetalig.
Barnið verður partur av tykkum, tað ið eftir er av tykkara lívi!
Hvussu er tað sum persónur?
Hvussu sær tað út?
Tað mundi ivaleyst lætna hjá tykkum, nú barnið er føtt í øllum góðum. Kanska kenna tit eisini beinanvegin ógvuliga stóran kærleika og trongd til at verja tað nýfødda, ella eru tit heilt ovfarin og duga illa at lata kenslurnar koma tykkum við. Kanska kenna tit als ikki tað sama. Hjá summum koma foreldrakenslurnar beinanvegin – hjá øðrum koma tær seinni, tá ið foreldrini kenna barnið eitt sindur betur, og friður er fallin á heimið eftir føðingina.
Tað kann eisini vera soleiðis, at teir fyrstu minuttirnir ella tímarnir eftir føðingina eru merktir av trupulleikum fyri barnið ella mammuna. Tað nýfødda barnið kann vera møtt eftir trupla føðing ella hevur ilt við at fáa gongd á andadráttin og broytingina til lívið uttan fyri lívmóðrina. Mamman kann bløða illa ella hava fingið rivur, sum skulu seymast. Men føðistaðið hevur førleika at veita skjóta og virkna hjálp, og í flestu førum verða trupulleikarnir skjótt bastir.
Við hvørt má barnið flytast inn í eina stovu fyri sjúkar nýføðingar (neonatalstovan). Tað fer at vera ein stór kenslulig átyngd fyri tykkum, m.a. tí at tit mugu lata barnið upp í annara hendur, og tit sleppa ikki at leggja tykkara barn á búkin á mammuni so beinanvegin. Tit fáa tí tørv á at styðja hvørt annað serliga nógv ta tíðina.
Gongur føðingin, sum hon eigur, orkar barnið at kanna tykkum nærri, meðan tað liggur við móður barm. Tað letur eyguni upp og hyggur at tykkum við kannandi bráði, sum tykist sjáldsama miðvíst, havandi í huga, at barnið er nýføtt.
Tann sterka og inniliga løtan, tá ið barnið eisini spakuliga finnur vegin til vørtuna og sýgur fyri fyrstu ferð, kann vara nakrar fáar minuttir ella upp til einar tveir tímar. Brátt møðist barnið, letur eyguni aftur og sovnar. Tað verður kanska ikki við tað fyrsta, at tit uppliva somu sterku eftirgáan hjá barninum aftur. So njótið hesa fyrstu sera sterku løtuna, meðan hon er har. Stundin kemur ikki aftur.
Er barnið strongt ella lúgvað eftir føðingina, er tað kanska ikki heilt so vakið, fyrr enn nakað er umliðið, og barnið hevur styrkt seg eftir føðingina. Men barnið nýtur at liggja húð móti húð, kenna hitan og angan frá mammuni og hoyra hjartað sláa í mammuni og tykkara røddir, sum tað longu kennir. Barnið gerst trygt, tá ið tit halda um tað og taka tað inn at tykkum.
Tá ið barnið hevur ligið og summað seg við móður barm, vísir tað sjálvt, nær tað er til reiðar at súgva fyri fyrstu ferð. Barnið letur munnin upp, sleikir sær og leitar eftir bróstinum. Eina løtu seinni fer tað sjálvt at leita upp ímóti vørtuni - tær nýtist ikki at hjálpa til. Vanliga finnur barnið vørtuna og fær um hana við opnum munni og úttandum vørrum. Sleppur tað sjálvt at finna vørtuna tveir teir fyrstu tímarnar, er møguleikin størri, at tað fær gott samband við vørtuna, og bróstagevingin fær eina góða byrjan
Eitt sindur av mjólk er í bróstunum longu frá føðingini. Hon verður nevnd rámjólk, og lítið er til av henni, men sum afturímóti inniheldur nógv andevni og onnur týðandi evni, sum verja barnið móti ígerðum og hjálpir tarmunum at búnast. Rámjólkin er gullig og tjúkk, men hin seinna mjólkin er meira blálig.
Tá ið barnið sýgur bróstið eftir føðingina, hjálpir tað lívmóðrini at taka seg saman og steðga bløðingini. Tá ið lívmóðirin tekur seg saman kann tað kennast sum eftirverkir – serliga um tú hevur átt áður.
Tá ið barnið sýgur bróstið, hevur tað við sær, at mjólkin veksur. Her í byrjanini er tað gott, at barnið sýgur bæði bróstini, hvørja ferð tað sýgur til tess at økja um mjólkarmongdina.
Tað at geva bróst er nakað, sum bæði mamma og barn skulu læra, áðrenn tey duga tað. Mamma og barn samstarva – og pápin (ella annar felagi) er ein týðandi, virkin stuðul til at fáa tað at bera til. Tá ið bróstagevingin fyrst er komin í gongd, er hon tann besti og lættasti mátin at mata barnið.
So sjálvt um tað er trupult í fyrstuni, so kann tað loysa seg væl at taka tey tøkini, sum skulu til í byrjanini, fyri at fáa tað at bera til.
4 viðurskifti, ið hjálpa bróstagevingini at koma í gongd:
Húð móti húð: Lat barnið vera hjá tær mest møguliga húð móti húð. Legg tað nakna barnið – bara í blæu - móti tínari húð. Leggið tykkum bæði undir eina dýnu ella bleyt teppi, so at tit ikki kólna.
Ofta á brósti: Legg barnið at bróstinum, tá ið tað vísir tekin um svongd – og minst 8 ferðir um samdøgrið, t.e eisini um náttina.
Góð støða at sita í og geva bróst: Set teg sjálva og barnið soleiðis fyri, at tað kennist væl og pínir ikki, tá ið barnið sýgur. Sit gjarna í afturáhellandi støði, sí mynd!
Ein felags foreldrauppgáva: Samstarvist um at fáa bróstagevingina at eydnast. At fáa bróstgevingina í gongd er eitt stórt arbeiði, sum fer at taka næstan alla tíðina hjá mammuni teir fyrstu dagarnar og vikurnar. Stuðulin frá pápanum hevur stóran týdning – hann kann m.a. stuðla við at vera í nándini og hjálpa til við at koma í góða støðu at sita og geva bróst og styðja mammuna sálarliga, bjóða góðan mat og drekka, skifta blæu og síggja til, at tað mest neyðuga og vanliga verður gjørt.
Nýføðingurin kann boða frá, nær hann hevur tørv á tykkum, men ikki altíð fáa fram, hvat tað snýr seg um. Tí er tað heilt normalt, at tit ikki kunnu fata, hvat barnið “fortelur” tykkum, fyrr enn tit hava lært ella kenna málið og tekinini, sum barnið brúkar. Tá ið tit eru saman við barninum alla tíðina, gongur tað skjótt, og tit fara eftir fáum døgum at hava eina góða kenslu ella varhuga av tí, sum barnið vil siga.
Her eru nøkur av teknunum, sum tit kunnu hava eyguni eftir:
Barnið sýgur, slevar, stingur fingrarnar í munnin, gapar og snarar høvdið til báðar síður: Royn at leggja barnið at bróstinum
Barnið gapar, ber seg undan eygnasambandið, knarrar og tykist illa til passar (at enda leggjast eyguni saman): Barnið treingir til at sleppa frá sambandi við tykkum eina løtu, kanska vil tað sova
Barnið liggur ófriðarligt, knarrar og grætur:Tað eru tekin um ónøgd, kanska vil barnið hava tykkum at halda um seg ella fáa turra blæu
Barnið er kalt um nakkan og bringuna undir klæðunum, skelvur: Barnið er kalt
Barnið er heitt og vátt um nakkan og bringuna undir klæðunum, og kanska er hárið vátt við: Her er ov heitt fyri barnið
Beint tá ið barnið er borið, hevur tað ein bláligan húðarlit, sum skjótt gerst ljósareyður, tá ið barnið sjálvt fer at anda. Alt eftir hvussu leingi barnið hevur sitið fast í kokuni undan føðingini, og hvussu leingi føðingin hevur vart, kann barnið vera meira ella minni kroyst, kanska er nøsin og høvdið eitt sindur skeiv, og barnið er rýtt bæði við fosturfiti og eitt sindur av blóði. Eftir nøkrum fáum tímum ella einum tveimum døgum fer barn tykkara at koma fyri seg, og hesi smáu “lýtini” munnu hvørva
Tað nýfødda barnið kann hava eitt reytt merki í pannuni og eitt í nakkanum – eisini nevnt storkabit ella storkanev - So við og við síggjast merkini minni og minni, og at enda hvørva tey.
Fosturfitin er hvít og virkar húðrøkjandi. Lat hana endiliga vera sitandi, til hon verður sogin inn í húðina eftir einum tveimum døgum. Tað er ymiskt, hvussu nógvari fosturfiti børn verða fødd við – tað veldst m.a. um, nær barnið er borið í mun til, nær kvinna er sett til at eiga (terminsdagin). Eru 1-2 vikur farnar út um tíðina, man tað mesta av forsturfitini vera sogið inn í húðina longu undan føðingini.
Øllum nýføðingum stendur í boði at taka eina blóðroynd úr hælinum millum 48-72 tímar eftir føðingina.
Blóðroyndin kann vísa, um barnið hevur eina sjáldsama, álvarsama, viðfødda sjúku, sum – verður hon uppdagað skjótt – kann viðgerast. Í nøkrum førum kann tað merkja, at barnið skal fáa heilivág alt lívið. Til samans verður kannað fyri 17 sjúkur, sum tað ræður um at uppdaga beint eftir føðingina, tí tær kunnu koma barninum í ringa støðu, verður ikki beinanvegin farið undir viðgerð.
Tit fáa alt fyri eitt boð, skuldi tað víst seg, at barnið hevur onkra sjúku. Lesið meira um kanningar og sjúkur á ssi.dk.
Føðideildin bjóðar sær eisini til at kanna hoyrnina á barninum. Kanningin fer fram sama dag sum blóðroyndin og á tann hátt, at ein lítil ljóðgevari verður førdur inn i oyrað á barninum. Tá verða bæði oyru máld, um hoyrnin á barninum er, sum hon eigur at vera. Kanningin órógvar ikki barnið, men er lættast at fremja, svevur tað.
Hjá nøkrum børnum skal kanningin gerast umaftur, tí hoyrnin kann vera ávirkað av, at enn er t.d. fosturvatn í oyranum. Bara 1-2 børn av 1000 vísa seg at hava ringa, viðfødda hoyrn. Tá ið hjálpin verður veitt tíðliga, fáa hesi børnini tær bestu fortreytirnar fyri einum góðum lívi við teirra hoyritrupulleikum.
Undan føðingini upplivir barnið bara myrkur, støðugan hita, vatn og doyvd, reglulig ljóð frá mammuni. Tað drakk av fosturvatni, sum smakkaði ymiskt, alt eftir tí, sum mamman hevði etið, og er tí vant við ymisar smakkir. Tá ið barnið er borið, skal tað knappliga venja seg við tað øvugta, og tað er til ljós, luft, skiftandi hita og óvæntað, hvøll ljóð. Tað upplivir eisini, at tað verður nortið við seg, og at kroppurin kennist heilt øðrvísi, tá ið hann ikki longur hevur vatn rundan um seg í tí avmarkaða rúminum í lívmóðrini. Tað skal eisini venja seg við mjólkarsmakkin
Hetta er eitt stórt umskifti fyri barnið, og broytingin tekur tíð. Alt frá byrjanini loftar barnið øllum teimum nógvu, nýggju árinunum við øllum sínum sansum:
Sjón
Barnið sær best í 20-30 cm frástøðu – altso í teirri frástøðu, sum ofta er millum teg og andlitið á barninum. Eftir heilt stuttari tíð hyggur barnið longur at andlitunum á foreldrunum enn á øðrum fólkum. Barnið krympar eyguni av tí bjarta ljósinum, og tað kann vera eitt gott hugskot ta fyrstu tíðina at verja barnið fyri ljósinum.
Hoyrn
Barnið hoyrir og kennir aftur røddirnar á foreldrunum. Tað kann eisini kenna aftur løg og onnur ljóð, sum tað ofta hoyrdi undir barnferðini. Hjartaslátturin á mammuni virkar serliga sissandi, tí tað er tað ljóðið, sum fylgdi barninum gjøgnum alla fosturtilveruna. Skjótt lærir barnið eisini hjartasláttur pápans at kenna.
Luktsansur
Líka frá føðingini kann barnið kenna mun á anganum á mjólkini frá mammu síni og frá øðrum kvinnum, og tað lærir skjótt at kenna tykkara luktir og fer at dáma teir betur enn annara luktir.
Smakksansur
Barnið hevur framkomnan smakk frá tíðini í lívmóðrini. Móðurmjólkin smakkar av tí, sum mamman hevur etið - eins og fosturvatnið.
Kenslusansur
Barnið hevur higartil verið í fosturvatnið um allan kroppin og í varliga lívmóðurfavninum, og tað hevur tørv á, at fevningin heldur fram eftir føðingina – t.e. at vera hildið tætt at tíni beru húð, so at tað merkir tín kropshita og hoyrir tín hjartaslátt. Sambandið við húð móti húð stimbrar kenslusansin og virkar samstundis sissandi og fremjandi fyri bróstagevingina. Tá ið tit eru ella liggja húð móti húð við barninum, loysist hormonið oxytocon, sum eisini gongur undir navninum “lukku-hormonið”. Tað hjálpir mjólkini á veg og letur frið falla á teg, bæði undir bróstagevingini og í øðrum førum.
Javnvágarsansur
Sansurin fyri javnvág situr í innara oyranum og greiðir barninum frá, hvat er upp og niður, hvønn veg kroppurin fer, og hvussu skjótt. Tað er eisini javnvágarsansurin, sum ger, at vit kunnu kunna okkum í mun til tyngdarkraftina. Javnvágarsansurin er framkomin longu frá føðingini og verður styrktur allan barndómin, tá ið barnið rørir seg.
Nýføðingurin hevur tørv á at sova umleið 18-20 tímar um samdøgrið, men tað er ógvuliga ymiskt. Nøkur børn sova 16 tímar, onnur 20. Nøkur eru vakin einar tveir tímar í senn, onnur sova meginpartin av tíðini og skulu beinleiðis verða vakt til máltíðirnar.
Í fyrstuni ger barnið ikki mun á degi og nátt, men er vakið, stuttar ella langar løtur, um alt samdøgrið og vísir við tí, at tað er svangt og so fegið vil fáa samband við tykkum.
Barnið skal fáa at súgva eina ella fleiri ferðir um náttina, so at nóg nógv mjólk setur til, til tess at tað fær nóg mikið at súgva um samdøgrið. Tað er alneyðugt at geva barninum ofta at súgva, í minsta lagi 8 ferðir um samdøgrið, meðan tað er heilt lítið.
Lítil helmingur av nýføðingunum kunnu fáa gulsótt ta fyrstu vikuna. Í flestu førum hevur tað einki at týða, og guli liturin hvørvur av sær sjálvum eftir einari viku.
Nøkur børn fá kortini brúk fyri stokkutari ljósviðgerð í sjúkrahúsi til tess at sleppa av við gulsóttina. Gulsótt kann gera barnið heldur dølskt, at tað skal vekjast til máltíðirnar. Tosa við heilsufrøðingin, hevur barnið gula húð ella tykist lint.
Varar gulsóttin meira enn tvær vikur, skal barnið kannast hjá tykkara lækna. Læknin tekur tá eina blóðroynd, sum kann vísa, um orsøkin til gulsóttina hjá barninum eru ov trong gallræsi. Tað er ein sjáldsom, men álvarslig støða, sum skal varnast beinanvegin. Tað hevur tí týdning, at barnið verður kannað longu í triðju viku eftir føðingina, er tað framvegis gult í húðini.
Tá ið barnið liggur húð móti húð, brúkar tað minni orku og etur oftari. Samstundis læra tit barnið betur at kenna. Sí mynd!
Beint eftir føðingina mennast tey kensluligu bondini, sum longu eru vorðin til í viðgongutíðini. Sambandið tykkara millum er lívstýðandi fyri barnið og mennist heilt natúrliga hjá so gott sum øllum. Tey kensluligu bondini tryggja, at tit sum foreldur síggja til at nøkta barnsins tørv á føði, troyst og trygd – eisini á miðjari nátt – og at tit verja tað móti øllum, sum kann gera, at tí ikki veit væl við.
Undir føðingini verða hormon úrskild, sum gera tykkum før fyri at taka móti barninum og knýta bond við tað beint eftir føðingina. Tit lata við tykkum koma, tá ið barnið grætur ella knarrar, og tala blídliga við tað, kína tí og leggja tað at bróstinum
Tit kunnu styrkja bondini á tann hátt, at tit heilt ofta lata barnið liggja á tykkara beru húð. Tá ið barnið – í berari blæu – liggur húð móti húð á naknu húðini á pápa ella mammu, gevur tað ró og tryggleika.
Tá ið barnið liggur húð móti húð, brúkar tað minni orku og etur oftari. Samstundis læra tit barnið betur at kenna.
Tey flestu foreldur elska barn sítt frá fyrstu løtu. Hjá summum tekur tað eitt sindur longur at knýta seg fullkomuliga til barnið. Kanska hevur føðingin verið trupul, ella er barnið sjúkt, so at tað fyrsta er at koma fyri seg eftir burðin og fáa tíð at læra barnið at kenna. Tað er heilt vanligt, so verið ikki bangin, um tær sterku kenslurnar ikki koma so alt fyri eitt.
Nertið við barnið, luktið at tí, berið tað tætt at tykkum. Lærið barnið at kenna, so man kærleikin til tað koma stillisliga og mest sum av sær sjálvum.
Bæði pápin og mamman kunnu fáa barnsburðartunglyndi. Kenna tit bæði ella annað tykkara als einki – ella fáa tit óvæntaðar kenslur sum ógleði, mótvild, angist ella vónloysi – so hjálpir at tosa við onnur um tað. Latið vera við at bølast oman á tí. Tað kann vera tekin um barnsburðartunglyndi, sum kanska hevur verið á veg longu í viðgongutíðini. Tað er umráðandi at fáa hjálp skjótt, so at tað ikki mennir seg til okkurt álvarsamt.
Tungar kenslur gerast ofta enn sterkari, verður roynt at krógva tær, brót tí óndu forðingina og tosa við makan, familjuna ella heilsufrøðingin um tað.
Les meira um barnsburðartunglyndi her!
Familjan og vinir munnu vera altrá eftir at síggja lítla barnið, og tit munnu ivaleyst eisini vera fegin fyri at vísa teimum nýføðingin.
Men hugsið gjølla um, hvussu nógvar gestir tit vilja hava. Tað kann vera møðsamt at hava gestir beint eftir barnsburð og kanska eru komin heim eftir fáum tímum ella døgum í sjúkrahúsi.
Greiðið t.d. familju og vinum frá, at tit fegin vilja hava náðir til at læra barnið at kenna og gerast kunnug við bróstagevingina, áðrenn tey koma á vitjan. Tað fara tey at skilja. Sigið sjálv, hvussu mong og hvør við tíðini kunnu støkka inn á gólvið.
Tað er so mangt, tit sjálv kunnu gera, so at barsilsvitjanirnar verða til gleði fyri øll:
Tit kunnu biðja gestirnar koma stuttar vitjanir til neyvt ásettar tíðir.
Tit kunnu mæla til, at tey sjálv hava kaffi ella annað við, so at tit ikki skulu hugsa um at ganga og stákast.
Tit kunnu ynskja tykkum lidnar, heimagjørdar døgverðar at seta í frystaran í barsilsgávu.
Vilja tit ikki hava gestir ein ávísan dag, sigið so bara sum er. So kunnu gestirnar koma, tá ið betur liggur fyri.
Tit kunnu kanska vera í sjúkrahúsinum einar tveir dagar eftir føðingina. Tað kann eisini vera, at tit verða útskrivað beinleiðis frá føðistovuni eftir fáum tímum.
Tit kunnu kenna tykkum heilt ovfarin at koma heim við nýføðingi so stutt eftir føðingina. Her eru nøkur ráð, sum møguliga kunnu hjálpa tykkum ta fyrstu tíðina heima.
Setið tykkum inn í, at tað kanska er heilt øðrvísi enn tit høvdu droymt um. Ábyrgdin kennist stór, tit eru troytt og ovfarin, og kanska koma tit ikki á føtur, fyrr enn langt út á dagin.Tað kann eisini vera, at barnið er óróligt, og bróstagevingin er trupul. Kanska er tað óruddiligt, kanksa orka tit ikki at gera heitan mat. Tað er ókey. Brúkið orkuna upp á tykkum sjálv og til at læra barnið at kenna.
Setið fremst at fáa gongd á bróstagevingina: Hvør bróstageving varar kanska 1-1½ tíma í fyrstuni, við roping og blæuskifti. Barnið skal fáa at súgva minst 8 ferðir um samdøgrið. Tað merkir, at nógv tíð er ikki til annað. Kortini er tað sera umráðandi at fáa gongd á bróstagevingina. Tá ið hon fyrst er komin í rættlag, er nógv lættari at hava barn at brósti enn at geva fløsku. Móðurmjólkin er tað besta fyri barnið og hevur í longdini týdning fyri heilsuna bæði hjá barni og mammu. Les eisini "Ein góð byrjan at geva bróst".
Verið umberandi og tolin tykkara millum. Mamma og pápi eru ikki eins, men kenna ymisliga og fara um barnið upp á hvør sín máta. Og soleiðis eigur tað at vera. Barnið hevur tørv á tykkara ymisleika, so styðjið hvørt annað at vera tað, tit eru, og gevið hvør øðrum rúm fyri egnum tørvi og ynskjum.
Biðið familju og vinir um hjálp. Afrikanskt orðatak sigur, at tað skal ein heil bygd til at ala eitt barn upp. Nakað er um tað. Øll foreldur hava brúk fyri hjálpandi hondum, bæði tá ið tað er nýborið og síðani í uppvøkstrinum. Nú í byrjanini eru tað tit, ið skulu taka tykkum av barninum og knýta bond, men latið bara ommur og abbar og onnur kend fólk hjálpa til við tí húsliga, t.d. fara til handils, matgerð og reingerð.
Sovið, tá ið barnið svevur. Tað eiga tit at gera, so at tit kunnu fáa orku til næstu ferð, barnið vaknar og fær tørv á tykkara nærveru. Royn at sova ella at hvíla teg, meðan barnið svevur. Tað gevur megi til at bera alt tað nýggja.
Fyrsta tíðin við pinkubarni er krevjandi bæði likamliga og sálarliga.
Biðið um hjálp, kenna tit á tykkum, at tit eru við at renna tykkum móti “berginum”. Tit verða betri foreldur, eiga tit nakað av eykaorku. Hugsið um øll tey, tit hava rundan um tykkum: foreldur, systkin, vinir, grannar og starvsfelagar. Frá hvørjum teirra hevði verið hugsandi at fingið stuðul, tá ið tit trongdu til hjálp?
Tey flestu høvdu verið glað fyri at verið spurd. Tit kunnu biðja familju og vinir um hjálp til alt tað vanliga, meðan tit taka tykkum av barninum
Til bróstagevingin er komin rættiliga á lagi, er tað serliga umráðandi at ansa eftur, um barnið fær nóg nógva føði. Soleiðis gera tit: Hyggið í blæuna og vitið, hvussu nógv kemur í. Tað er jú ikki gjørligt at meta um, hvussu nógv kemur inn, fær barnið bróst, men tað, sum er í blæuni, gevur góða ábending, um tað fær nóg mikið.
Leggið til merkis, hvussu mangar vátar blæur verða um samdøgrið. Er tað trupult at meta um, um blæan er vát, kunnu tit gera tað av við at viga hana í hondini og og samanbera við eina óbrúkta blæu. Tá ið barnið er 5-6 dagar gamalt, pissar tað um ½ dl hvørja ferð. Tit kunnu gera “royndina við tungari blæu” við at stoyta ½ dl av vatni í eina turra blæu og merkja, hvussu tað kennist.
Leggið eisini til merkis, hvussu liturin á skarninum er. Liturin skal skifta næstan hvønn dag ta fyrstu vikuna. Samanberið litin á blæunum hjá barninum við myndina. Setið tykkum í samband við jarðarmóðrina, heilsufrøðingin ella læknan, eru tit í iva.
Onnur tekin um, at barnið hevur fingið nóg mikið
Har hoyrast svølgiljóð, tá ið barnið sýgur úr brósti. Tað er tekin um, at mjólkin rennur, og barnið sýgur
Barnið vil fáa at súgva og fær minst 8 máltíðir um samdøgrið.
Barnið svevur róliga og er vakið og ansið, tá ið tað fær at eta, og tá ið blæan verður skift.
Barnið tykist væl til passar meginpartin av tíðini og er ikki dølskt.
Barnið hevur fína, ljósareyða húð, ikki gráa ella bleika.
1.-2. DAGIN: Barnið pissar áðrenn 24 tímar eru lidnir síðani føðingina. Síðani pissar tað 2 ferðir um samdøgrið ella oftari. Barnið hevur ein ella fleiri opningar um samdøgrið. Fyrsti opningurin er ógvuliga myrkur og eitt sindur klistrutur. Tað verður nevnt mekonium.
3.-4. DAGIN: Barnið pissar 3 ferðir ella oftari um samdøgrið. Tað hevur opning minst 2 ferðir um samdøgrið. Liturin er meira grønligur og verður nevndur skiftisopningur.
5.-6. DAGIN: Barnið pissar minst 5 ferðir um samdøgrið. Opningur er minst 4 ferðir um samdøgrið. Liturin er gulgrønur.
7. DAGIN: Barnið pissar minst 6 ferðir um samdøgrið. Opningur er minst 3 ferðir um samdøgrið. Tað vísir, at nú er mjólkin sett til av álvara. Skarnið er gult, grýnut og hevur súrligan lugt.
Ein av fyrstu døgunum heima fer heilsufrøðingurin at seta seg í samband við tykkum og bjóðar sær til at koma á vitjan. Ørindini eru at fylgja við, hvussu barnið trívist og mennist og vegleiða tykkum sum foreldur.
Tit kunnu tosa við heilsufrøðingin um t.d. barnarøkt og føði og spurningar um barnsins menning, systkin, sambandið millum barn og foreldur, og tað er eisini vanligt at røða um heilsusemi og trivnað við heilsufrøðingin.
Heilsufrøðingurin vitjar vanliga eftir avtalu so við og við. Har afturat kunnu tit seta tykkum í samband við heilsufrøðingin á annan hátt t.d. við telduposti, sms ella telefon. So hvørt sum barnið eldist, fækka vitjanirnar.
Á flestu støðum skipar heilsufrøðingurin fyri mammubólkum. Heilsufrøðingurin bjóðar tykkum í bólk á skrivstovuni. Tá bólkurin er stovnaður, velja tær flestu mammurnar at bjóða heim til hvørja aðra eina ferð um vikuna ella aðruhvørja viku.
Heilsufrøðingurin bjóðar vanliga í bólk tríggjar ferðir. Ymisk evnir verða viðgjørd, børnini verða kannaði um tørvur er á tí, og mammurnar njóta ágóðan av samveruni við hvørja aðra.
Meira kunning um mammubólkar her.