Føroysk kanning avdúkar, at vandin fyri at fáa barnsburðartunglyndi er greitt undirmettur
Hetta sigur Sanne Storm, musikterapeutur nú hennara granskingarverkætlan er liðug: "Færøske kvinders mentale sundhed under graviditet og efter fødsel". Hesum kunnu vit sum heilsufrøðingar í Gigni bara taka undir við, tí viðgerðin av barnsburðartunglyndi í løtuni er als ikki nøktandi.
Vit í Gigni hava saman við Ljósmøðratænastuni verið ein aktivur partur av hesi tvørgeiraligu granskingarverkætlanini.
Altjóða gransking bendir greitt á, at tunglyndi og angist eru millum tær kendastu sálarligu avbjóðingarnar, tá kvinnur eru við barn og fyrsta árið eftir føðing, sigur Sanne Storm og leggur afturat, at hóast hetta, so eru hesi viðurskifti, ið natúrliga áttu at fingið fremstu raðfesting, lítið viðurkend og minni granskaði í føroysku heilsuskipanini.
Mikudagin 7. juni fer granskarin Sanne Storm at leggja fram týdningarmestu úrslitini í landsfevnandi kanning av sálarligu heilsuni hjá føroyskum kvinnum, meðan tær eru við barn og eftir at tær hava átt. Framløgan, sum er almenn, er í Kongshøll klokkan 15.
Les meira her!