15. desember 2022
Mammubólkur við familjum, sum hava ættleitt
Gigni hevur skipað fyri mammubólki fyri børnum, sum eru ættleitt seinastu trý árini. Tað er gott at hittast við øðrum í líknandi støðu og at kunna tosa um tað. Tað er júst hetta, mammubólkurin er ætlaður til.
Tað er sera gott, at ættleiddu børnini kunnu fáa eitt nýtt og trygt heim. Tað er eisini ein stór gleði fyri foreldrini, sum ofta hava bíða leingi eftir at fáa eitt barn. Tað kunnu tó eisini vera nógvar avbjóðingar við at ættleiða. Tá børnini fáa familju, skulu tey læra at knýta seg til síni foreldur – fyrst og fremst. Tey kunnu vera sárbær og hava eina atferð, sum vit ikki altíð skilja. Tað hevur tí týdning, at vit øll hava kunnleika og eitt forstáilsi fyri ættleiddum børnum og teirra foreldrum. Les meira um ættleiðing og tilknýti her.