6. februar 2023
Vika sex - Hevur tú tosað við títt barn um seksualitet?
Tær góðu samrøðurnar við børn um seksualitet byrja longu, tá títt barn byrjar at uppdaga sín egna seksualitet, at tað er ein munur á dreingjum og gentum. Tað er altso ikki nokk við einari samrøðu, tá barnið verður tannáringur, men tørvur er á áhaldandi vegleiðing so hvørt, sum barnið mennist. Barnið hevur somuleiðis tørv á at vita, at tú sum foreldur ert opin fyri at tosa og vegleiða um hetta týdningarmikla evnið.
Eitt av evnunum, sum hevur stóran týdning at tosa um, er samtykki og persónlig mørk. Her er ein leinkja til ein film, um "Samtykki fyri børn", sum Kris hevur lagt út á teirra heimasíðu.
Tað kann vera eitt gott hugskot at hyggja at filminum saman við tínum barni og práta um hetta aftaná.
Filmurin sæst her.